Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 57

Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 57
Um tíðarfesting av føroyskum fitisteinsfundum 63 men kortini eiga vit at hava í huga, at teir fullvæl eisini kunna vera komnir henda vegin úr Hetlandi, næsta granna= landið, sum vit óivað høvdu støðugt samband við. Har er nógv til av fitisteini, sum nýttur hevur verið gjøgnum øldir3. Eg havi í summar fregnast eftir, um tað er gjørligt at avgera, bæði um fitisteinsgripir eru evnaðir í tí og tí nám* inum, og um hann kann vera komin úr Noregi ella Het* landi; tessverri man hetta vera torført ella ógjørligt, tí, sum kønir siga, hesin steinur er soleiðis skikkaður, at hann í sama námi kann vera misjavnt harður, littur og evnisliga samansettur. Vit hava longu nevnt, at fitisteinur frá náttúrunnar hond er í Noregi og Hetlandi; lat okkum skoyta uppí, at hann finnst víða um heimin, eitt nú í Grønlandi, og mangar aðrar staðir, har fólk frá fyrndartíðum hava dugað sær at nýta hetta frálíka tilfar í ymisk búnýti og til byggingar; t. d. er tann heimsgitna dómkirkjan í Tróndheimi øll bygd úr fitisteini. Eisini í dómkirkju okkara «Múrinum», Kirkju* bø, er fitisteinur nýttur sum byggitilfar; kortini eina mest sum klípur. Fitisteinsfundir. Tey seinnu árini eru víða hvar um landið skrásettir gripir, sum fólk hava funnið og goyma; við tað at hetta mest alt eru leysafundir verða hesir ikki tiknir við her. Vit halda okkum til teirra, sum savnið eigur og gera bara 3 undantøk og telja uppí l) teir føroysku gripir, sum eru á Nationalmuseet, København, tí at hesir eru fyrr skrá* settir enn nakar okkara her á savninum, 2) teir gripir, sum harra Tummas Reinert, bóndi í Kaldbak, hevur savnað, tí at har eru nakrir sermerktir og 3) nakrar í Kirkjubø, tí teir hava eina serstøðu. Gripir, funnir eru við rannsóknina 1953—1955 hevur ikki borið til at fáa við, tí at hetta tilfar enn er óviðgjørt. Teir gripir, sum savnið eigur, eru misjavnir í tilfari, til*

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.