Fróðskaparrit - 01.01.1955, Blaðsíða 70
76
Um tíðarfesting av føroyskum fitisteinsfundum
(4. og 5. mynd) av slagnum (R. 729) og at nr. 2230 er
bollavaxið ílát við skafti, stór oysa ella heldur skaftgrýta
(R. 728).
011 hesi brot eru heldur sløtt og ímut uttan; ímskónin
vísir, at tey eru kókingarílát, grýtur. Til tess hóska eisini
mátini, sum samsvara mátum norsku og íslendsku grýtanna.
Brot okkara hava stundum smá borað hol, annaðhvørt
4. mynd. Grýfa, endurgjørd, nr. 3500 f. 17.
Soapstone cooking vessel.
tí at tey hava verið brotnað og stiftað ella hava haft metah
oyra og høddu, sum siður var í víkingaøld. (5. mynd).
011 eru skreytleys uttan 3500 f. 17 (4. mynd), sum um
tromina hevur tvær sammiðjaðar skorur eins og band.
Haakon Shetelig18 vísir á, at sovorðnar fitisteinsgrýtur eru
evnaðar við teimum í víkingaøld rættuliga vanligu bronsu*
bollunum sum fyrimynd. Men hetta slagið er sjáldsamt,
flest eru funnin á Eysturlandinum, og nøkur fá, sum hava
serligan áhuga fyri okkum á Suður* og Vestlandinum:
7 í Rogalandi, 1 í Hordalandi og 1 í Troms14. Summi av
hesum havi eg sjálvur sæð í norskum søvnum; tað er eingin
ivi í, at okkara er sama slagið, bæði snið og stødd vísa
hetta.
Jan Petersen14 er komin til tað úrslit, at tey bollavaxnu
ílátini við vissu koma fyri tíðliga í 800 árunum, men at
tey fyrst og fremst hoyra til í 900 árunum.