Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 70

Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 70
76 Um tíðarfesting av føroyskum fitisteinsfundum (4. og 5. mynd) av slagnum (R. 729) og at nr. 2230 er bollavaxið ílát við skafti, stór oysa ella heldur skaftgrýta (R. 728). 011 hesi brot eru heldur sløtt og ímut uttan; ímskónin vísir, at tey eru kókingarílát, grýtur. Til tess hóska eisini mátini, sum samsvara mátum norsku og íslendsku grýtanna. Brot okkara hava stundum smá borað hol, annaðhvørt 4. mynd. Grýfa, endurgjørd, nr. 3500 f. 17. Soapstone cooking vessel. tí at tey hava verið brotnað og stiftað ella hava haft metah oyra og høddu, sum siður var í víkingaøld. (5. mynd). 011 eru skreytleys uttan 3500 f. 17 (4. mynd), sum um tromina hevur tvær sammiðjaðar skorur eins og band. Haakon Shetelig18 vísir á, at sovorðnar fitisteinsgrýtur eru evnaðar við teimum í víkingaøld rættuliga vanligu bronsu* bollunum sum fyrimynd. Men hetta slagið er sjáldsamt, flest eru funnin á Eysturlandinum, og nøkur fá, sum hava serligan áhuga fyri okkum á Suður* og Vestlandinum: 7 í Rogalandi, 1 í Hordalandi og 1 í Troms14. Summi av hesum havi eg sjálvur sæð í norskum søvnum; tað er eingin ivi í, at okkara er sama slagið, bæði snið og stødd vísa hetta. Jan Petersen14 er komin til tað úrslit, at tey bollavaxnu ílátini við vissu koma fyri tíðliga í 800 árunum, men at tey fyrst og fremst hoyra til í 900 árunum.

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.