Fróðskaparrit - 01.01.1955, Blaðsíða 98
104 Retinoblastoma oculi hjá eineggjaðum tvíburðarbørnum
annað eygað tikið burtur á «Rigshospitalet» í Keypmanna=
havn í 1922. Tað var pseudogliom (nýliga sjóneykurann=
sakað av Ry Andersen).
Tvíburðuv A: Drongur borin í heim 27.8.49 sum nr. 2
av 4 børnum. Elsta barnið er frískt, aldri sjúkt í eygunum.
Yngsta barnið er 1V2 ára gamalt, higartil frísk eygu. T\U
burðarnir komu 3 vikur ov tíðliga, annars gekkst væl at
eiga. Mamman skal hava verið frísk alla tíðina, hon gekk
við barni. Dreingirnir fingu bróst í 2 '/2 mánaða og sí ðani fløsku.
Tá ið drongurin var 6 vikur gamal, hevði mamman sæð
nakað hvítt í vinstra sjónarholi. So við og við varð hesin
hvíti vøxtur størri og størri. Fór til eygnalækna 5 mánaðar
gamal, og varð so beinan vegin innlagdur á landssjúkra*
húsið til rannsóknar og viðgerðar fyri illvøxtrar á báðum
eygum. Lá á landssjúkrahúsinum 8.2—15.2 1950.
Funnið varð: Heldur lítið barn, men annars vælskapað.
Hjartað og lungu í lagi. Einki óregluligt at finna við barn*
inum í nervalagnum.
Høgra eyga: Lega, røringar og uttaná sum tað eigur. Horn=
hinda, eygnasteinur og eygnaglar eru í lagi. Eygnabotn*
urin: Inn móti nøsini og omantil sæst ein gráhvítur vøxt=
ur. Vøxturin stendur langt fram í eygað og er 2—3 ferðir
so stórur sum vørtan. Runt um vøxturin er frísknethinda
(sí myndina).
Vinstra eyga: Lega, røringar og uttaná sum tað eigur.
Hornhindan er klár. Sjónarholið er víðkað á tamb.
Eygnasteinurin er klárur. Aftanfyri eygnasteinin sæst
við berum eygum ein stórur, hvítur vøxtur. Uttan á
vøxtrinum ganga fleiri blóðæðrar tvørtur um hann.
Eygnabotnin er tað ógjørligt at síggja. Eygnatrýstið er
nakað høgt.
Sjúkuavgerð: Retinoblastoma bilateralis.
Nakrar dagar seinri hækkaði eygnatrýstið vinstrumegin
knappliga og ógviliga nógv (glaucomherðindi). Fekk pilo*
carpineygnadropar til eygað.
Sjúklingurin varð beinan vegin sendur til «Rigshospitalet»