Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 98

Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 98
104 Retinoblastoma oculi hjá eineggjaðum tvíburðarbørnum annað eygað tikið burtur á «Rigshospitalet» í Keypmanna= havn í 1922. Tað var pseudogliom (nýliga sjóneykurann= sakað av Ry Andersen). Tvíburðuv A: Drongur borin í heim 27.8.49 sum nr. 2 av 4 børnum. Elsta barnið er frískt, aldri sjúkt í eygunum. Yngsta barnið er 1V2 ára gamalt, higartil frísk eygu. T\U burðarnir komu 3 vikur ov tíðliga, annars gekkst væl at eiga. Mamman skal hava verið frísk alla tíðina, hon gekk við barni. Dreingirnir fingu bróst í 2 '/2 mánaða og sí ðani fløsku. Tá ið drongurin var 6 vikur gamal, hevði mamman sæð nakað hvítt í vinstra sjónarholi. So við og við varð hesin hvíti vøxtur størri og størri. Fór til eygnalækna 5 mánaðar gamal, og varð so beinan vegin innlagdur á landssjúkra* húsið til rannsóknar og viðgerðar fyri illvøxtrar á báðum eygum. Lá á landssjúkrahúsinum 8.2—15.2 1950. Funnið varð: Heldur lítið barn, men annars vælskapað. Hjartað og lungu í lagi. Einki óregluligt at finna við barn* inum í nervalagnum. Høgra eyga: Lega, røringar og uttaná sum tað eigur. Horn= hinda, eygnasteinur og eygnaglar eru í lagi. Eygnabotn* urin: Inn móti nøsini og omantil sæst ein gráhvítur vøxt= ur. Vøxturin stendur langt fram í eygað og er 2—3 ferðir so stórur sum vørtan. Runt um vøxturin er frísknethinda (sí myndina). Vinstra eyga: Lega, røringar og uttaná sum tað eigur. Hornhindan er klár. Sjónarholið er víðkað á tamb. Eygnasteinurin er klárur. Aftanfyri eygnasteinin sæst við berum eygum ein stórur, hvítur vøxtur. Uttan á vøxtrinum ganga fleiri blóðæðrar tvørtur um hann. Eygnabotnin er tað ógjørligt at síggja. Eygnatrýstið er nakað høgt. Sjúkuavgerð: Retinoblastoma bilateralis. Nakrar dagar seinri hækkaði eygnatrýstið vinstrumegin knappliga og ógviliga nógv (glaucomherðindi). Fekk pilo* carpineygnadropar til eygað. Sjúklingurin varð beinan vegin sendur til «Rigshospitalet»

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.