Fróðskaparrit - 01.01.1955, Blaðsíða 40
46
Føroyski leypurin
botnshakarimarnar, trænagli settur í hvønn endan á mitt*
astu fjøl beint innanvert botnshakan, at hon skal ikki glíða
út. Síðufjalirnar sleppa ongan veg, tí skoran um stuðlarnar
heldur, og uppeftir sleppa tær ikki, tí botnshakarimarnar
standa niður á tær.
Henda lýsing av gerð og sniði leypsins gongur út frá tí
rimaða leypinum. Hann má eisini roknast at vera høvuðs*
leypurin, tann leypurin sum brúktur hevur verið til at bera
í alt handaslag. So eru aðrir leypar, men gerð teirra flestu
er í høvuðsdráttum tann sama, bert við ymissum frávíkingum.
Rossleypurin (mynd 4 b) er vanliga rimaður, oftast
eru rimarnar smalri enn á rimaðum leypum og umskarðast.
Viðhvørt vantar næstovasta rim á tí síðuni, har fetilin er;
tað er fyri at leypurin skal liggja betur inn ímóti síðuni á
rossinum. Eyðkent við rossleypinum er, at botnurin er
leysur á einari síðu, fremri botnshakin gongur leysur ímillum
stuðlarnar, og hin botnshakin melur við rundum tøppum
í holum í stuðlunum. Hann verður hildin uppi við bandi,
men kann takast frá við at loysa bandið. Vanliga er hann
sterkliga gjørdur, botnfjalirnar altíð við oyra ígjøgnum
botnshakarnar, og ofta er tjúkkari tilfar í honum. Teir
árættaðu ikki rossleypin so fast, tí hann skuldi kunna
geva seg. (Hú.). Tá ið klyvjaross skotraðust við tómum
leypum, kundu teir vera næstan flatir, so nógv góvu teir
seg (Skv.), so tað er ikki av ongum, at tikið hevur verið
til: «Skinklar sum gamal rossIeypur».
Mynd 2a og 5a vísa leyp, sum hevur rimar á trimum síð«
um, men ein síðan er tøtt. Vanligur er hann bert í summum
bygdum í Suðuroy, t.d. Hvalba og Sandvík, men er kend*
ur í summum bygdum norðanfyri.
Hoyleypur er ofta hin vanligi byrðarleypurin, men
summar staðir hava teir serliga gjørdar og ofta stórar hoy<=
leypar t. d.: 6 rimar á framsíðuni, á hinum 3 síðunum bert
3 rimar, ovasta rim, botnrim og ein í miðjuni, og so stikað
ímillum (Ku.).