Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 40

Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 40
46 Føroyski leypurin botnshakarimarnar, trænagli settur í hvønn endan á mitt* astu fjøl beint innanvert botnshakan, at hon skal ikki glíða út. Síðufjalirnar sleppa ongan veg, tí skoran um stuðlarnar heldur, og uppeftir sleppa tær ikki, tí botnshakarimarnar standa niður á tær. Henda lýsing av gerð og sniði leypsins gongur út frá tí rimaða leypinum. Hann má eisini roknast at vera høvuðs* leypurin, tann leypurin sum brúktur hevur verið til at bera í alt handaslag. So eru aðrir leypar, men gerð teirra flestu er í høvuðsdráttum tann sama, bert við ymissum frávíkingum. Rossleypurin (mynd 4 b) er vanliga rimaður, oftast eru rimarnar smalri enn á rimaðum leypum og umskarðast. Viðhvørt vantar næstovasta rim á tí síðuni, har fetilin er; tað er fyri at leypurin skal liggja betur inn ímóti síðuni á rossinum. Eyðkent við rossleypinum er, at botnurin er leysur á einari síðu, fremri botnshakin gongur leysur ímillum stuðlarnar, og hin botnshakin melur við rundum tøppum í holum í stuðlunum. Hann verður hildin uppi við bandi, men kann takast frá við at loysa bandið. Vanliga er hann sterkliga gjørdur, botnfjalirnar altíð við oyra ígjøgnum botnshakarnar, og ofta er tjúkkari tilfar í honum. Teir árættaðu ikki rossleypin so fast, tí hann skuldi kunna geva seg. (Hú.). Tá ið klyvjaross skotraðust við tómum leypum, kundu teir vera næstan flatir, so nógv góvu teir seg (Skv.), so tað er ikki av ongum, at tikið hevur verið til: «Skinklar sum gamal rossIeypur». Mynd 2a og 5a vísa leyp, sum hevur rimar á trimum síð« um, men ein síðan er tøtt. Vanligur er hann bert í summum bygdum í Suðuroy, t.d. Hvalba og Sandvík, men er kend* ur í summum bygdum norðanfyri. Hoyleypur er ofta hin vanligi byrðarleypurin, men summar staðir hava teir serliga gjørdar og ofta stórar hoy<= leypar t. d.: 6 rimar á framsíðuni, á hinum 3 síðunum bert 3 rimar, ovasta rim, botnrim og ein í miðjuni, og so stikað ímillum (Ku.).

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.