Fróðskaparrit - 01.01.1955, Blaðsíða 67
Um tíðarfesting av føroyskum fitisteinsfundum
73
Næst koma rennlarnir; ein orsøkin til stóra rennlatalið
er merkiliga nøgdin í «Kvívíkartoftunum», onnur er tann,
at funnir rennlar hava verið endurnýttir, so sum nr. 905,
1578 og fleiri.
Hetta samsvarar í øllum førum við kanningarúrslitini í
íslandi5.
Yvirhøvur skal í hesum viðfangi verða sagt, at tað í ølU
um toftum har fitisteinur er funnin, eisini eru gripir úr
føroyskum tilfari, t. d.: leirílát, rennlar, kolur o.a. úr leiri
og royðugróti; vaðsteinar úr malargróti o.s.fr. Oftast er
eingin ella lítil munur á sniði teirra, men stundum er hann
stórur. Viðhvørt eru innfluttu gripirnir í meiriluta, t. d.
fitisteinsrennlar, viðhvørt teir føroysku, eitt nú vaðsteinar.
Tíðarfesting.
Setningur okkara var at vita, um vit kunna tíðarseta
hesar gripir og hin vegin nýta teir aftur til at tíðarfesta
støðini, har teir eru funnir; tað vil hjá okkum fyribils siga
nakrar toftir.
Við tað at okkum væntar fitistein í gravfundum, mega
vit fyribils royna eina tíðarseting fyrst eftir skapi gripanna
og síðan eftir fundumstøðum teirra.
ílátabrot. Burtur úr ílátarúgvuni ber til at skilja, 1)
rund, kúput brot og 2) rund, flatbotnað brot við rættum
og heldur reystum síðum.
1. Kúputu bvotini eru serliga: nr. 2470, 2471, 2825,
3500 f, 4, 5, 7, 17 og 3544 f. 5; nr. 2230 og Kirkjubø nr.
20.
Oluf Rygh17 hevur í Norske Oldsager (mynd 728—730)
myndir av vanligastu fitisteinsílátum í víkingaøld: tey skaftí
^eysu, hálvkúlu* ella bollavaxnu (R 729), tey bollavaxnu
við skafti (R. 728) og tey trogkendu (R. 730). Av hesum
eru bollarnir (R. 729) nógv teir vanligastu.
Draga vit úr tilfari okkara tey størstu og vissastu brot*
ini, fáa vit, at nr. 3500 f. 4-17 og 3544 f. 5 eru bollar
6