Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 67

Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 67
Um tíðarfesting av føroyskum fitisteinsfundum 73 Næst koma rennlarnir; ein orsøkin til stóra rennlatalið er merkiliga nøgdin í «Kvívíkartoftunum», onnur er tann, at funnir rennlar hava verið endurnýttir, so sum nr. 905, 1578 og fleiri. Hetta samsvarar í øllum førum við kanningarúrslitini í íslandi5. Yvirhøvur skal í hesum viðfangi verða sagt, at tað í ølU um toftum har fitisteinur er funnin, eisini eru gripir úr føroyskum tilfari, t. d.: leirílát, rennlar, kolur o.a. úr leiri og royðugróti; vaðsteinar úr malargróti o.s.fr. Oftast er eingin ella lítil munur á sniði teirra, men stundum er hann stórur. Viðhvørt eru innfluttu gripirnir í meiriluta, t. d. fitisteinsrennlar, viðhvørt teir føroysku, eitt nú vaðsteinar. Tíðarfesting. Setningur okkara var at vita, um vit kunna tíðarseta hesar gripir og hin vegin nýta teir aftur til at tíðarfesta støðini, har teir eru funnir; tað vil hjá okkum fyribils siga nakrar toftir. Við tað at okkum væntar fitistein í gravfundum, mega vit fyribils royna eina tíðarseting fyrst eftir skapi gripanna og síðan eftir fundumstøðum teirra. ílátabrot. Burtur úr ílátarúgvuni ber til at skilja, 1) rund, kúput brot og 2) rund, flatbotnað brot við rættum og heldur reystum síðum. 1. Kúputu bvotini eru serliga: nr. 2470, 2471, 2825, 3500 f, 4, 5, 7, 17 og 3544 f. 5; nr. 2230 og Kirkjubø nr. 20. Oluf Rygh17 hevur í Norske Oldsager (mynd 728—730) myndir av vanligastu fitisteinsílátum í víkingaøld: tey skaftí ^eysu, hálvkúlu* ella bollavaxnu (R 729), tey bollavaxnu við skafti (R. 728) og tey trogkendu (R. 730). Av hesum eru bollarnir (R. 729) nógv teir vanligastu. Draga vit úr tilfari okkara tey størstu og vissastu brot* ini, fáa vit, at nr. 3500 f. 4-17 og 3544 f. 5 eru bollar 6

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.