Fróðskaparrit - 01.01.1955, Blaðsíða 4
10
Kirkjubøur, Velbastaður og Tórshavn
over færøske stednavne®1), ið legði støðið undir føroyska
staðanavnagrannsking, vísir av røttum á tað løgna, at seinni
liðurin er í eintali, meðan bæði ísland og Noreg hava teir
vælkendu fleirtalsformarnar Bjarnastaðir, Kárastaðir o.s.fr.
At navnið er so einsært vil hann, ið hvussu er fyri ein
part, greiða við at vísa á, at bygdirnar í Føroyum at kalla
allar eru við sjógvin, og at tað tí ikki hevur verið burtur
við at navnbera tær «efter kystens forskellige formationer.»
Fyrri liður í orðinum er honum meiri bágin. Hann rongir
— óivað av røttum — eldri uppskot um, at navnið skuldi
verið gamalt *Velbústaðr við merkingini «det vel bebyggede
bosted» og heldur, av tí at íslendsku nøvnini við ending*
ini =staðir næstan altíð hava persónnavn í fyrra liði, vera
líkt til, at Velba= vísir á hvørsfall av mannsnavni, navni
á tí niðursetumanni, sum einaferð í fyrndar tíð hevur fest
búgv har. Hetta *Velbi kann vera komið av *Vilbi = *Vib
bjprn ella *Valbi = Valbjyrn eins og Arnbjgrn, Sigbjgrn
verða til Ambi, Sibbi. Tó má Jákup doktari viðganga, at
tað er ikki Iætt at greiða edjóðið í *Velbi, annaðhvørt tað
kemur av *Vilbi ella *Valbi — Hann verður noyddur at nýta
uppfatanina um antin yngri i=umljóð, ið ger um seg í støð*
um, ella sjálvljóðsfirring (odissimilasjón) í eldri *Valbastaðr.
í hesum skili er kanska ikki verri enn ilt at royna at
greiða orðið á nýggjan hátt, hóast tað í fyrstu atløgu kann
tykjast næstan líka trupult úr ljóðligum sjónarmiði. Eg
havi hugsað mær til, at Velbastaður í roynd og veru er
sama navn sum hitt norska Vebólstaðr, sum Magnus Ob
sen hevur heft seg við í síni áðurnevndu grannsking av
frágreiðingini hjá Ólafi Lárussyni og Marwick av nøvn*
um av slagnum Kirkjubólstaður. Hetta navnið, ið nú er til
í forminum Vebbestad í Kvæfjord, Tromsfylke, kemur
fyrstu ferð fyri í forminum (av) Vebolstad (Aslak Bolts
jordebok 1430—1440). K. Rygh leggur út navnið2) sum «et
helligt Bosted eller en Gaard, som paa en eller anden
*) Festskrift til Ludv. F. A. Wimmer 1901 bls. 74 f.
2) Norske Gaardnavne 17:7.