Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 4

Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 4
10 Kirkjubøur, Velbastaður og Tórshavn over færøske stednavne®1), ið legði støðið undir føroyska staðanavnagrannsking, vísir av røttum á tað løgna, at seinni liðurin er í eintali, meðan bæði ísland og Noreg hava teir vælkendu fleirtalsformarnar Bjarnastaðir, Kárastaðir o.s.fr. At navnið er so einsært vil hann, ið hvussu er fyri ein part, greiða við at vísa á, at bygdirnar í Føroyum at kalla allar eru við sjógvin, og at tað tí ikki hevur verið burtur við at navnbera tær «efter kystens forskellige formationer.» Fyrri liður í orðinum er honum meiri bágin. Hann rongir — óivað av røttum — eldri uppskot um, at navnið skuldi verið gamalt *Velbústaðr við merkingini «det vel bebyggede bosted» og heldur, av tí at íslendsku nøvnini við ending* ini =staðir næstan altíð hava persónnavn í fyrra liði, vera líkt til, at Velba= vísir á hvørsfall av mannsnavni, navni á tí niðursetumanni, sum einaferð í fyrndar tíð hevur fest búgv har. Hetta *Velbi kann vera komið av *Vilbi = *Vib bjprn ella *Valbi = Valbjyrn eins og Arnbjgrn, Sigbjgrn verða til Ambi, Sibbi. Tó má Jákup doktari viðganga, at tað er ikki Iætt at greiða edjóðið í *Velbi, annaðhvørt tað kemur av *Vilbi ella *Valbi — Hann verður noyddur at nýta uppfatanina um antin yngri i=umljóð, ið ger um seg í støð* um, ella sjálvljóðsfirring (odissimilasjón) í eldri *Valbastaðr. í hesum skili er kanska ikki verri enn ilt at royna at greiða orðið á nýggjan hátt, hóast tað í fyrstu atløgu kann tykjast næstan líka trupult úr ljóðligum sjónarmiði. Eg havi hugsað mær til, at Velbastaður í roynd og veru er sama navn sum hitt norska Vebólstaðr, sum Magnus Ob sen hevur heft seg við í síni áðurnevndu grannsking av frágreiðingini hjá Ólafi Lárussyni og Marwick av nøvn* um av slagnum Kirkjubólstaður. Hetta navnið, ið nú er til í forminum Vebbestad í Kvæfjord, Tromsfylke, kemur fyrstu ferð fyri í forminum (av) Vebolstad (Aslak Bolts jordebok 1430—1440). K. Rygh leggur út navnið2) sum «et helligt Bosted eller en Gaard, som paa en eller anden *) Festskrift til Ludv. F. A. Wimmer 1901 bls. 74 f. 2) Norske Gaardnavne 17:7.

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.