Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 88

Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 88
94 Um giktsjúkur í einari føroyskari bygd Sjey íbúgvar í M. (4 3 ?) høvdu gikt í geislaliðunum. Eitt av mannfólkunum, føddur í 1883, hevði verið ringur í rygginum, og hevði havt pínu í honum síðan 1910—12. í 1919 lá hann fyrstu ferð á sjúkrahúsi fyri hesa sjúku. Við rannsóknina í 1926 var allur ryggurin úr rassi í svíra púra stívur. Nógv vísti á, at sjúkan var spondylitis anchy* lopoetica, men útsjónd hansara og limaburður, og so ar« beiðsførur hann var heilt til 1950, bendir heldur á spondy* litis deformans. — Annað av hesum sjey, mannfólk føddur í 1874, varð longu í 1914 lagdur inn á sjúkrahús, tí rygg* urin var stívligur og maðurin hevði pínu í honum. í 1920 kendust og hoyrdust hørð ríkjan og sterkar kippingar á markinum ímillum ryggin og lendarnar, tá ið geislarnir vórðu liðaðir. Pars dorsalis columnæ varð skjótt púra stív og við einari týðiligari fláari kúlu. Triðja mannfólkið, fødd* ur í 1880, hevði havt spondylitis deformans í mong ár, 3 geislar á markinum millum rygg og lendar gjørdu lítla kúlu. Hevði annars sum árini høvdu gingið, gikt í fleiri støðum: Epichondylus med. humeri dxt., artic. metacarpo>= phalangea II man. dxt. og gikt í bleytholdinum fleiri ferðir. — Eitt av teim 3 konufólkunum var ung enn; hon varð * fødd í 1913 og hevði havt pínu í rygginum og varð tarnað í at liða ryggin —, ið hvussu er til síðurnar, hetta ið hvussu er síðan 1928. Røntgenrannsókn vísti, sum hon sjálv segði, ferð eftir ferð «mangar samanrenningar». Umframt hesa ringu sjúku hevði hon havt, og hevði framvegis, gikt í bleytholdinum «næstan allar staðir». Fleiri ferðir hevði hon havt giktfepur — fyrstu ferð í 1936, t. e. aftan á at rygg= urin var vorðin sjúkur. Húskið flutti til M. stutt fyri 1950 úr bygd uttan fyri Eiðis læknadømi; hon er nevnd oman< fyri undir giktfepur. — Trý tey síðstu í hesi deild vóru móðir, fødd 1879, og sonur, føddur 1902, og so gamalt konufólk, fødd 1869. Tey høvdu øll spondylitis deformans columnæ.

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.