Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 32

Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 32
38 Føroyski leypurin (ofta avgerandi) og særvild mannsins, ið eigur ella smíðar. Hetta seinasta avger eisini snið leypsins, t. d. um hann skal vera nógv svikin ella lítið, ella als ikki. Vanligt er, at ein bygdin í vissum førum hevur sítt serliga snið á leypi, ein onnur annað snið. Men kortini er alt sami Jeypurin við sínum eyðkennum. Her verða mátini á høvuðslutum leypsins viðgjørd fyri hvønn lutin sær og víst til talvu 1, ið ber tey saman á ymist stórum leypum. Stuðlarnir eru fýra, og teir bera navn sítt av røttum, tí teir eru álitið í leypinum, og í teir eru allir aðrir lutir hans* ara festir. Á miðal byrðarleypi er tjúkt stuðlanna vanliga stívar 3 cm (t.e. tú fært stuðulin úr5/4” ráum handilsborði). Smærri leypar hava teir yvirhøvur klænri, men sum nevnt frammanundan er tó ofta, at ein leypur hevur tjúkkari stuðlar enn annar, ið størri er (talva 1). Longd stuðulsins sæst í talvu 1, 13. deild. Rimarnar gera síðurnar á leypinum. Tær eru 4 (mynd lc) ella 5 (mynd 1 a og b) í tali á hvørji síðu, eisini tá ið tað eru heilt smáir leypar. Tó hava summir menn 3 rimar í smæstu leypum; og undantøk kunnu vera, at heilt stórir leypar, t. d. hoyleypar, hava seks rimar (Ku.). So er leypur við rimum á trimum síðum, men framsíðan er tøtt (mynd 2, a). Eisini nevnir Bruun (1911) hendan leypin. Um tjúkt rimanna er at siga nakað tað sama sum við* víkjandi stuðlunum, at hon er ójøvn (talva 1). Rimabreiddin er ymiss. Er tað vanligur byrðarleypur við 4 rimum, er vanliga breiddin 9—11 cm, og tær eru so at siga javnbreiðar (mynd 3 b). Er tað lítil leypur, verða sjálv* andi rimarnar smalri. Men í 5»rimaðum leypi eru vanliga ovasta rim og botnrimin breiðari enn tær tríggjar miðrim=> arnar (mynd 3 a), sum ofta eru javnbreiðar; men við hvørt er mittasta rim ein vert breiðari enn hinar báðar. Annars er lutfallið ímillum breiddina á rimunum ógvuliga ymist; viðhvørt eru tær t. d. javnbreiðar allar sum á 4*rimaðum

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.