Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 48

Fróðskaparrit - 01.01.1955, Page 48
54 Føroyski leypurin er ikki frægari enn ein eggjakoppur», el. tá ið vaksin maður fór við barnaleypi á baki: «Hvar fert tú við has« um eggjakoppinum». Tó er hetta leypanavn í Dali. (Sí eggjakoppaleypur). Eggjaleypur. Leypur at koyra eggini í, tá ið teir drógu lunda. Var rimaður, uttan framsíðan var tøtt (G); var lítil tættleypur (He.). Eplaleypur. Leypur til epli. Sí byrðarl. Eyrleypur. Leypur at bera eyr í; gjørdur sum vanl. tætt< leypur, el. viðhvørt síðurnar negldar upp á stuðlarnar(G.). Ferðarleypur. Lokaleypur at hava viðføri í: klæðiro.a. tá ið tey ferðaðust. Fimtingur m. (s; ar). Eitt mál, teir máldu korn við; bert kent í Suðuroy. (Sí um fimting bls. 34 niðri á bredd* anum). Fimfimtingsleypur — minni enn byrðarl. (Svk., Ho.). Seksfimtingsleypur — sumbyrðarleypurá stødd (Svk., Ho.). Sjeyfimtingsleypur — stórur byrðarl. (Svk., Ho.). Trífimtingsleypur — lítil leypur (Svk., Ho.). Fiskaleypur. Leypur til fisk. (Sí byrðarl.). Fj órð ungsley pur. Navnið er eftir stødd leypsins, tekur V4 tunnu. — «Fjórðungsleypur varð serliga nýttur sum seiðaleypur, og eisini til korn. Hann var so tættur, at korn fór ikki út úr, . . . .» (Gj.). (Sí tunna). Garnaleypur. Leypur at bera fiskaslógv í. Tættleypur, høgur sum vanl. leypur, flatur, t. e. breiðari til síðurnar enn aftur og fram (N.). Grindaleypur. Leypur at bera grind í. Sí byrðarl. Grótleypur. Leypur at bera grót á. Eisini nýttur til ann= að, sum ikki bar til at bera í vanligum leypi. Grótleypí arnir høvdu vmist snið (mynd 6 og 7). Sí krókur og ryggbøra. Hálvfjórðungsleypur. Heilt lítil leypur, tekur V2*fjórð* ungstunnu ella eina skeppu. (Sí tunnal). Handilsleypur. Lokaleypur at hava til handils at keypa uppí. Á Viðareiði var ein handilsleypur, hann hevði ikki lok.

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.