Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 75

Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 75
Um tíðarfesting av føroyskum fitisteinsfundum 81 Okkara kør munnu ivaleyst vera innflutt úr Noregi, har teir eitt mundið beinleiðis høvdu skírnarkarssmiðjur9. Okk= ara mega tí vera frá somu tíðarskeiðum sum tey norsku: 1100 og 1200 árunum. Spyrja vit so hvørjar gripir í hesum tilfari, vit kunna nýta til tíðarfestingar, verður svarið: Fyri víkingaøld, tala við vissu: 1) tey rundu, bollavaxnu ílátini: skaftleysu grýturnar og skaftgrýturnar, 2) teir bunguvaxnu og yvir* høvur teir árundu rennlarnir, 3) fitisteinsvaðsteinarnir. Fyri miðøld, tala við vissu: 1) tey rundu, flatbotnaðu, rættsíðaðu ílátini, 2) grýtur við oyra áføstum tromini, 3) ferhyrnt ílát; 4) kolur við statti, 5) skírnarkørini, 6) og sjálvsagt allir aðrir fastir og leysir kirkjugripir, serliga í Kirkjubø. Tey fyrivarni, ið eiga at vera tikin eru: 1) Ráevni kann vera innflutt, og úr tí her á landi evnað ílát o. a. við forn=» um gripum sum fyrimynd; men við tað at einki ráevni er funnið uttan í Kirkjubø, er eingin grund at rokna við hesum. 2) Gripir við gomlum sniði kunna vera innfluttir seinri í tíðini, aftaná at hesi snið vóru farin úr brúki í fram* leiðslulondunum. Hetta kann hugsast, men ger Iítlan mun, tí neyvan hava slíkir gripir verið at fáa til keyps leingi aftaná, teir ikki vóru «mótavara» longur. 3) Fitisteinsgripir, hava óivað hóast alt, verið hátt mettir, og eingin kann taka fyri, at teir hava ikki verið arvaðir, nýttir ella goymdir gjøgnum fleiri ættarlið, áðrenn teir eru komnir í jørðina. Hetta kann eina avgerast eftir fund= umstøðunum, t. d. um sovorðnir gripir eru funnir saman við øðrum frá somu tíð.

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.