Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 91

Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 91
Um giktsjúkur i einari føroyskari bygd 97 fullt og heilt setur dám á myndina. Giktin í økslum, ørm= um oman fyri alboga var ikki oftari høgrumegin enn vinstru, men sum oftast var hon báðu megin. Av teim 22 sjúkuavgerðum vóru 13 mannfólkum og 9 konufólkum. — Lumbago var vanliga um allar lendarnar, men ikki var tað heilt sjáldan, at giktin helt til bert øðrumegin. Ofta gramdu tey seg um, at pínan var mest, tá ið tey stóðu framyvir boygd og arbeiddu. Ein einstakur kundi illa reisa seg um morgunin. Til samans vóru 19 við lendagikt: 10 mannfólk og 9 konufólk. Tað liggur á tunguni at spyrja, um ikki hjá teim mongu við lendagikt mundi fjala seg eitt ella fleiri við discusmeini (degeneratio ella prolapsus). Einki bendir á tað, men heilt vist er tað sjálvandi ikki. Tó er vert at taka fram, at eingin tilburður var við ischias — ímillum tey 47 við bleytholdsgikt. — Eitt teirra, ið gramdi seg um gikt í arminum frammanfyri alboga og í hondini — eitt konufólk — fekk ikki sovnað um kvøldið, tá ið hon hevði bundið leingi um dagin. Fleiri av teimum, ið píndust av bleytholdsgikt, søgdu, at pínan var ringast, tá tey skuldu koma á gongd, og eini tvey nevndu at veðrið ávirkaði giktina; hon versnaði undan toru ella kulda, ella meðan hetta veðrið var. J. Hugleiðingar. Víst er á talvu II, at 77 °/o av íbúgvunum í M. yvir 15 ár í 1950 høvdu, ella høvdu havt gikt, og at 45 °/o høvdu gikt rannsóknardagin. Siga hesi tølini nú, at giktin var meira ella minni viðgongd í M. enn tað vit vita um gikt í øðrum londum? Bera vit hesi tøl saman við upplýsingar í donsku rannsóknini í desember 1946, sum fevndi yvir alt landið(4), finna vit: 40 °/o av íbúgvum Danmarkar yvir 18 ár høvdu, ella høvdu havt gikt, og 22% høvdu gikt, júst tá ið rannsóknin fór fram. Gikt er vanliga víðgongdari um veturin enn um summ< arið. Samanburður er tí loyvdur bert ímillum rannsóknir,

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.