Fróðskaparrit - 01.01.1976, Side 39
Ein »rímnaflokkur« í føroyskari tungulist?
47
hesum skuldi kvæSið ikki verið yngri her á landi enn byrj-
anin av 18. øld.
1 »Føroya kvæSum« finst bara ein tekstur av Bevusar tátt-
um, sum vit seinni í greinini nevna BT, og byggir hann á eina
uppskrift, sum V. U. Hammershaimb gjørdi 1848 í Øravík
eftir Pætur viS Á.s Hesin maSur — Pætur Pálsson ella Peder
Poulsen — var føddur 1802/03 í Øravík og doySi 1867 í
FroSbø.6 KvæSiS hevur tveir tættir, soleiSis at fyrri hevur 17
og seinni 37 ørindi. Hvør táttur hevur sítt niSurlag, sum ikki
er vanligt í føroyskum kvæSum. NiSurlagiS til fyrra tátt
ljóSar: Gyltan spora við mín fót eg spenni, / so temji eg mín
gangara góð og lati renna og til seinna: Mær var list og leik í
lund, / lætta sorgina á milda lund, / skulum so byrja á bønar-
stund, / bíða mær tað hitt væna sprund.1 — Tó at eg havi roynt
at fregnast, tykist eingin núlivandi í Øravík at vita nakaS um
kvæSiS.8
í Sunnbø er søgn um, at Bevusar tættir hava veriS til har,
men at Mikkjal á LiSa, iS var seinasti maSur har at duga teir,
fór í grøvina viS teimum.9 Hesin Mikkjal — Mikkel Samuel-
sen — var føddur 1817 í Sunnbø og doySi 1891 í Vági, og sagt
verSur, at hann var abbasonur hin gitna Mikkjal á LiSa, sum
søgn nr. 13 í FFÆ hevur fingiS navn eftir.10 Tó at kvæSa-
teksturin tykist allur at vera gloymdur nú í Sunnbø, eru upp-
lýsingar um hvørji niSurløg, iS hoyrdu til kvæSiS har. Fyrst
í kvæSinum varS kvøSiS niSurlagiS: Konu sín snekkja, / hon
gár væl og fram, / hon vil hava ein høviskan stýrismann, /
konu sín snekkja.11 Tá iS taS var komiS longri út í kvæSið,
varS hetta niSurlagiS kvøSiS til taS: Meg var lystin leikalind, /
lati sorgina milda lund, / skuldi so byrja á bønistund, / bíða
mær tað hitt væna sprund. HeimildarmaSur mín lærdi niður-
løgini av pápabeiggja sínum — Niklas í Myllugarðinum (N.
Djurhuus), sála — sum eisini dugdi nøkur fá ørindi av kvæS-
inum, ið hann óivaS hevur lært av abba sínum, sum var áður-
nevndi Mikkjal á LiSa.12
í 1968 varS ein óprentað uppskrift av kvæðinum funnin í
einum stílahefti millum pappírini (kvæðauppskriftir) eftir Jó-