Fróðskaparrit - 01.01.1976, Side 40
48
Ein »rímnaflokkur« í føroyskari tungulist?
annes Patursson (1866—1946) í Kirkjubø. 1 heftinum, sum
Rudolf Poulsen (1879—1966), sáli, á Skarvanesi hevur skrivað
til Jóannes bónda, verður kvæðið nevnt Bevusar ríma (skr.
Bevusa Ríma), iS seinni í greinini verSur stytt til BR.13 Um
heimild sína til uppskriftina av BR hevur Rudolf greitt so-
leiSis frá í heftinum: ‘Eg havi skrivaS hetta, sum taS var
skrivaS, og einki broytt; taS mugu kønir menn um. Símun
hevur skrivaS hetta upp eftir Ma(r)juni í NýggjubúSini í Skála-
vík. Hon var gomul tá. Hon var systir Jógvan á Oyri, hin
kenda heimalæknan. Hon lærdi hetta av abba sínum. Símun
heldur, at kanska taS er komiS úr Kirkjubø viS Klæminti, son
Rebekku og Jóannes, sum giftist inn á Oyrini. Tá Símun sigur
kanska, er taS næstan vist’.14 Uppskriftin hjá Rudolfi er viS
øSrum orSum ein avskrift av uppskriftini hjá Símuni, t. e.
Símun í Gomlustovu — Simon Simonsen — á Skarvanesi.
Hann var føddur á Skarvanesi 1857 og doySi har 1943.
Marjun í NýggjubúSini — Maren Danielsdatter — var fødd
í Skálavík 1826 og doySi har 1912.15 Um hana, sum eisini
hevur veriS heimild hjá dr. Jakobsen til fleiri ævintýr í FFÆ,
er taS søgn í Skálavík, at BR varS kannaS henni longu í vøggu-
gávu.16 Um Rebekku og Jóannes, sum Rudolf nevnir í frá-
greiSing síni, er at siga, at hon var dóttir harra Klæmint,
hjálparprest og prest í Sandoynni 1638—1688, og at maSur
hennara var Johannes Pedersen, kongsbóndi í Kirkjubø, iS tók
viS festi sínum 22.2.1676.17
Vit skulu nú endurgeva BR, soleiSis sum Rudolf hevur skriv-
aS hana, men samstundis gera vart viS hvørji ørindi av henni,
sum koma fyri í BT. Eisini vilja vit merkja viS endarím-skemað
viS BT-ørindið, um taS ikki er taS sama sum í BR.
Bevusa Ríma
1 — BT 1
Frugvin vaknar um midnot
hon varpar frá sær anda
kallar hon eina kindarsot
vera komna sær til handa