Fróðskaparrit - 01.01.1976, Qupperneq 73
Faroese Bird-Name Origins (VI)
81
of -us in so many familiar names gave this ending a tangible
status, which may well be regarded as a predisposing factor in
the evolution of the agent suffix. Apart from Magnus, proper
names of this sort did not become common until after the Re-
formation. It therefore seems likely that the formations in
question are not older than the 16th century.
ÚRTAK
1 greinini verður fyrst tikið til umrøðu navnið fulkubbi og sýnt, at
eins og í íslendskum og norskum, er upprunamerkingin niðrandi; fuglurin
man hava verið illa umtóktur av sjómonnum. Navnið gorfuglur verður
skýrt sum skemtandi eyknevni, tí at fn. geirfugl hevur upprunaliga merk-
ingina ‘geirfalkur’ (t. e. fn. geirfalki, helst ‘veiðifalkur’ (Falco gyrfalco L.).
Navnið hyplingur verður skilt sum stuttformur av fn. ■'hvíthypplingr
‘fuglur við hvítum huppi’. Undir navninum mortítlingur verður hildið at
búgva hin morreyði í líking við navnið grátítlingur. Stórfuglur er lýst sum
fuglamannaorð. Storkur er í royndum eyknevni við bókstavligu merkingini
‘stavur, steyrur’ — fuglurin stendur ofta á einum beini. Tað er sama orðið
sum tý. Storch, sum eisini kundi merkja ‘penis’. Tað at fuglurin og kyns-
limurin av málsligum hendingi eru vorðnir navnar hevur kanska av fyrstu
tíð givið tilstudling til hugmyndina um, at storkurin kemur við børnunum.
Nøkur fuglanøvn, sum higartil hava ikki verið á prenti, eru at finna í
eykabindinum (1974) til føroysku-donsku orðabókina. Summi av hesum
nøvnum eru tikin til umrøðu, lutvíst í samanburði við nøvn, ið áður vóru
kend. At enda er sýnt, at upprunin at fuglanøvnum, sum enda við -us,
sum eitt nú gneggjus av gneggja, fylgir mynstrinum Magnus, sum eftir
almenningsskýring kundi verið runnið av sagnorðinum magna.
6 — Fróðskaparrit