Fróðskaparrit - 01.01.1976, Page 79
Skráseting av føroyskum miðaldar kirkjugripum
87
— Steinkola, f. í bønhústoft, Fms: 3555, skr. 1952.
:92 Viðareiði: »1 Crucifix af træ over alteret«, Kb 1709 og B
1729, K. Tað er gáva frá Thomas Koppen 1551, gotiskt
skurðverk.
— »1 ganske liden Klocke«, Kb 1709, ?
— Ljósastaki úr royðugróti. Fms: 1627, skr. 1931.
:93 Svínoy: »Jomfru Mariæ billede udhugget af træ«, B 1729, ?
— »1 liden Klocke uden Knebel«, Kb 1709, ?
:94 Fugloy: »1 liden Fdaandklocke«, B 1729, ?
— Ljósastaki (kola), f. í kirkjugarðinum á Kirkju, Fms: 2489,
skr. 1932.
:99 óviss bygd: »Klokka úr málmi (bronsu)«, Fms: 1737, skr.
1931. Oman á kollinum hevur hon 1,5 cm høgan, flatan
tanga við holi ígjøgnum til at festa skaft við, og má tí
vera ein handklokka, helst »messuklokka«. Spell at vit
ikki vita, hvaðan hon er, men hon man vera ein av mongu
frammanfyri nevndu smáklokkunum. Fíædd 6,2 cm, tvør-
mát um slagringin uttan 8,7 cm.
Til sammetingar skal verða nevnt, at bønhúsklokkan úr
(bygdanr. 72) Lamba, hevur 4,8 cm høga krúnu oman á
kollinum, at bjøllan sjálv er 12,0 cm høg, og tvørmát um
slagringin uttan er 14,8—15 cm.
— »Steinílát úr fitisteini, f. í jørðini«. Fms: 370, skr. 1928.
Er so mikið vandaliga evnað og sjáldsamt, at tað neyvan
er gerandis húsgagn, men heldur kertistaki úr einihvørjari
kirkju, bønhúsi.
Fyri at fáa greiðari hald á bygdatalinum, gripatali í hvørjum
bólki sær, og heildaryvirlit yvir hvørjir gripir við vissu eru úr
miðøld, verður yvirlitið sett í talvu, bls. 88—89, við teimum
teknum, ið sýnd eru á bls. 83.
Her er ikki hugsingur um at viðgera hvønn bólkin sær, tað
hevði rúgvað ov mikið, men tað verður vónandi gjørt seinri í
sergreinum; talvan má tala fyri seg sjálva, og ger tað væntandi
toluliga greitt.
Tó er neyðugt at gera nakrar fáar stuttar viðmerkingar: