Fróðskaparrit - 01.01.1976, Síða 82
90
Skráseting av føroyskum miðaldar kirkjugripum
Bagalin, biskupsstavurin, baculus pastoralis, varS funnin
1964 í aSrari biskupsgrøvini í mógvi djúpt undir kórsgólvinum,
ella rættari undir gravkjallaranum, í Kirkjubøar kirkju. Hann
er nú 165 cm langur, og høvdiS hevur alt veriS lagt viS blaS-
gulli.
Bronsunýtini eru ikki tald oman í teiginum, tí at vit hava
ikki enn umfariS tey øll, men tey eru bara nevnd fyri at vísa
á, at tílíkir lutir til ymsa nýtslu eru funnir í kirkjum og bøn-
húsum.
Halgigripagoymslur. Tveir tilevnaSir rætthyrntir fitisteinar
viS kullu í hava fingiS hetta heitiS eftir teirri víSagitnu halgi-
gripagoymsluni í »Múrinum«, Magnuskirkjuni, tí at hesir stein-
ar í roynd og veru eru halgigripagoymslur, sonevndar halgi-
mannagravir, sepulcra, sum vóru múraSar inn í altarborSiS,
og í kulluni goymdu bein av tí halgimenni, sum kirkjan ella
altariS var vígt til. Á báSum okkara er í tromini felling fyri
loki, sum vanliga var úr einum gimsteinskendum grótslagi, t. d.
varS í Kirkjubøar kirkju funniS jaspisbrot. Væl kann vera, at
tann í yvirlitinum (:26 Skálavík) nevndi slípaSi steinurin úr
»verde antique« (t. e. eitt slag av marmori) hevur veriS lok á
einum sovorSnum steini, latum okkum her siga »altarsteini«.
Hvørt sum er, teir eru prógv um, at í minsta lagi 2 miSaldar
altar vóru í Kirkjubø og eitt í Skálavík.
Klokkur. Tá iS haft verSur í huga, at flest allar kirkjur
okkara aftan á trúbótina vóru kollutar, er merkisvert so nógvar
klokkur, iS eru nevndar. At her bara eru 19 í tali men 21
nevndar í Trap,8 kemur av, at har eru eisini nýggjar tiknar viS,
her bara tær, iS ætlandi eru úr miSøld. Fái ikki her sagt nakaS
um klokkuringingarsiSir, men summar av teimum umrøddu
smáu klokkunum hava ivaleyst veriS messuklokkur, og tí helst
miSaldarligar.
Einastu rættuligu kirkjuklokkurnar eru tann rómanska frá o.
u. 1100/1200 árunum úr einum bønhúsi í Lamba, og sonevnda
»Munkaklokkan« í Tórshavn,4 7 sum kortini einki vist kann
sigast um, av tí at hon er vorSin umstoytt í seinri tíSum. Men
í Tórshavn kann hon neyvan upprunaliga hava veriS, taS