Fróðskaparrit - 01.01.1976, Qupperneq 86
94
Skráseting av føroyskum miðaldar kirkjugripum
Hæddin øll er 14,4 cm, tvørmát bikarsins um tromina 8,8
cm, tvørmát um knøttin 4,9 cm og niðast um fótin 10,7 cm.
Knøtturin 1,8 cm høgur.
BikariS tykist vera óskalaS, men stætturin er allur buklaSur
og avlagaSur, serliga knøtturin sýnist vera kleimdur. í miSjuni
er hann bara á einum staSi heilur, aSrar staSir er opiS millum
tær 2 skálirnar, hann er samansettur viS, og raSirnar á teimum
eru lepaSar.
BikariS er annars heilt slætt bæSi uttan og innan, har tað er
logagylt. Gyllingin er í støSum eitt sindur kámaS og farin av,
helst tí at vín hevur veriS standandi í tí, ella taS ikki hevur
veriS nóg væl tváaS. Tromin er merkisvert lítiS slitin av goml-
um kaliki at vera, tí á fleiri av miSaldar og øSrum gomlum
varSveittum kalikum, eitt nú donskum, er góSsiS ofta næstan
pappírstunt av slitiVI. Hetta og aSrir smámunir gera taS tor-
ført at tíSarfesta bikariS og kalikin yvirhøvur.
TaS sýnist sum gylt pláta er løgd á botnin innan, annaS-
hvørt upprunaliga ella seinri, tá iS umvæling hevur veriS
neySug. Hvørt sum er, silvursmiSur hevur viS ørfínum strikum
í hesa plátu skoriS tekning av lambi GuSs viS sigursmerki,
agnus dei. (1. mynd).
Knøtturin ella knúturin er rundur íkring, men flatur omaná
og undir niSan og sum fyrr sagt, evnaSur av 2 skálum, tann
ovara er eitt sindur hægri enn tann niSara. Um samankom-
ingina teirra millum hómast strikuprýSi.
Uttan á knøttin eru loddaS 3 kerubhøvur, einglahøvur, eitt
á hvønn triSíng á klingruni (1. mynd). Knøtturin er loddaSur
á leggin, iS prýddur er viS upphevjaSum klingrum á tí mjáa
yvirpartinum, sum líSandi bendir út í breiSan og hjallaSan
fót. í loddrættu rondina niSast hava uttan iva veriS rist blaS-
prýSi; nú hómast tey bara so dánt. TaS sama er at siga um
meistaramerkini, tey eru kannaS, men fyribils kann bara vera
sagt viS vissu, at eitt teirra er R viS krúnu uppiyvir, og at taS
ikki er danskt merki. Kann vera tað er enskt. Vónandi eydnast
at finna taS, tí at kendu vit tað, var hvørt sum er stætturin
tíðarfestur. Men fyri t! eru ikki øll vandamál greidd. Sum fyrr