Fróðskaparrit - 01.01.1976, Qupperneq 91
Skráseting av føroyskum miðaldar kirkjugripum
99
Freistandi er at nýta nevnda skyldskap og hegnisskurð sum
eyðkenni til tíðarfestingar, men er ivaleyst í djarvara lagi.
Vangarnir kurina sjálvandi eftir førimuni vera skornir í seinri
tíðum viS Kirkjubøarstólunum sum fyrimynd. Men hví er taS
bara gjørt í Vági og á hesum vangum, sum vóru serliga goymd-
ir, og eftir frásøgn skulu hava veriS taS í øldir.5
ViS hesum í huga og tí, at karvskurSarmynstrini í Vági og
í Kirkjubø líkjast so nógv (3. mynd), at tey rundu høvdini viS
4 oyrum, eisini hálsar og herSar samsvara, og at hetta vanga-
slag annars er ókent í kirkjum okkara, fara vit kortini at dirva
okkum at siga, at tíSarfesting til seinast í miSøld helst er iva-
som, men væl hugsandi. Nakrir bríkarvangar úr gróti viS frí-
skornum oyrum, sonevndir »bislag«, iS høgdir eru eftir træ-
vangum, stySja helst hesa tíSarmeting.21 TaS sama ger norskur
stólavangi, sum er í Veøy kirkju og tíSarfestur til fyrst í 1500
árunum. Hann er skreytskorin, men sniSiS er taS sama sum á
vanga I úr Vágs kirkju. vn
Vangi III sýnist at hava veriS nýttur, men kann bara vera
fyrimynd, »skabelón«. Hann hevur helming høvuSsins avsag-
aSan og er tí nú bara 107 cm høgur, 25 cm breiSur. Eina stól-
vanga~»skabelón« funnu vit undir forkirkjugólvinum í kirkjuni
heima á Sandi.
Vígivatnssteinur? TaS er snøgt rundaSa búnýtiS úr malar-
gróti viS eitt sindur ósnøgt høgdari lægd í, sum hevur fingiS
hetta heitiS, longu 1941/1943, tó at eg tá meira helt taS vera
eina steinkolu, serliga vegna tess at innan var ein 4 mm tjúkk
svørt ímskón.
Hesin steinur og kertistakin úr roySugróti vórSu funnin
nakaS miSskeiSis innan fyri miSjuna í skipinum. At hann er til,
kemst av, at einaferS Dánjal Danielsen viS leirhakkara sínum
høggur, brotnar steinur í tvey, og Dánjal bóndi varnast, at
hann er holaSur og tekur hann heim viS sær. Hann er nú lím-
aSur saman aftur og er í kirkjuni. Steinurin er 25 cm 1., 21 cm
br., 13,5 cm h. uttan. Lægdin 14,5 cm 1., o. u. 10 cm br., 5,5
cm d. (4. mynd).
At eg á sinni hugsaSi um vígivatnsstein, er tí at eg helt hann