Fróðskaparrit - 01.01.1976, Qupperneq 93
Skráseting av føroyskum miðaldar kirkjugripum
101
væl aftan á trúbótina. MiSaldar rútagløs hava vit tó funniS á
Sandi.15
Ljósgagn, kertistaki. Saman viS umrødda steini varS funnin
ein annar úr roySugróti. Tessverri var hann klovnaSur eftir
longdini, men so mikiS er eftir, at hann, sum myndin vísir
(4. mynd), er rundur viS fløtum endum, evnaSur sum kelvi,
10 cm h., tvm. 8 cm uttan, viS kullu í miSjuni. Hann var eitt
sindur ímutur innan og hevur tí fingiS heitiS kertistaki, ljósa-
staki.
HeitiS ljósastaki man í hesum føri vera loyvt at fata eftir
nútíSarnýtslu, sum staki at seta ljós, kerti, í. Kullan er ikki
víSari enn so, og støddin væl hóskandi.
Men tann holaSi steinurin, sum trúligast upprunaliga var
vígivatnsker, iS seinri er nýttur sum ljósgagn, og teir úr (. . . .)-
gróti evnaSu stakar, sum funnir eru í kirkjuni á Sandi og bøn-
húsinum í Mykinesi, hava innan eina svarta, heldur tjúkka,
harSa og fitikenda ímskón. Sýnispartar eru sendir til serkann-
ingar, men enn er einki frætt um úrslit av teimum. Summir
hava skotiS upp, at hetta eru lýsi-skónir. Men í teimum hala-
og steinkolum, sum higartil eru funnar frá farnum øldum, er
eingin sovorSin ímskón, og man heldur ikki koma fyri, har
iS ílát verSur fylt viS lýsi og nýttir verSa veikir. Her má talan
verSa um eitthvørt annaS evni, og tá er næst at hugsa um tálg.
So einfalt er taS vist. Kullan er vorSin fylt viS tálg, ella
har taS var tøkt, viS vaksi, veikir settir í, og tey høvdu eina
væl nýtandi »kolu« ella ljósastaka, sum bæSi lýsti hjá kirkju-
fólki og presti og vóru altarstakar. Á altarinum skuldu jú vera
2 ljós.16 19 Ivaleyst hava teir meir og minni prýddu steinstak-
arnir, iS funnir eru í Vági, á Sandi, í Mykinesi, á ViSareiSi og
í óvissari bygd, veriS altarstakar.20
Hetta er ikki giting, sama er gjørt aSrar staSir. Álítandi
enskar frásagnir vita til dømis at siga, at taS í kleystrum og
kirkjum vóru steinar viS kullum, sum fyltar vórSu viS tálg,
og hvørt kvøld varS eitt rak tendraS at lýsa fyri munkunum,
tá iS teir fóru til miSnáttarmessu.17