Fróðskaparrit - 01.01.1976, Qupperneq 95
Skráseting av føroyskum miðaldar kirkjugripum
103
Mykines
Friis sigur í frásøgn síni,11 at í Mykinesi vóru í miðøld 2
kirkjur, og í bygdini verður enn á døgum víst á 2 staðir, har
bønhús skulu hava verið, annað er »í Eystrinum«, har toftin
fyri fáum árum síðan er burturvelt, annað er »á Bønhúsbergi«.
Har stendur toftin heilt væl uppi, lendið uttanum er umgyrt
við nú vallaðari garðslaðing, og her sigur søgnin kirkjugarð
hava verið. At so er, hava fundir av mannabeinum víst.
Rannsókn av hesi toft er byrjað 1960, men av ymsum or-
søkum ikki liðug. Tó kann við vissu heilt stutt verða greitt
frá, at oman úr bygdini liggur vakurt steinsett gøta at toftini,
sum vísti seg vera ikki eitt men tvey hús, hvørt oman á øðrum.
Støðið av tí niðara, eldra, er skilligt innan fyri veggirnar á tí
ovara, og ymist prógvar, at tað er farið í eldsbruna. Ovara
bønhúsið sýnist hava verið rætthyrnt, men tað er tó ikki vist:
5,5 m langt, 3,5 m breitt innan og vendir eystur og vestur. 1
vestara 1,25 m tjúkka veggi eru 0,70 m víðar dyr, veggirnir
eru nú yvirhøvur 1 m høgir, laðaðir við valdum gróti og hell-
um, sera vandaligt verk. Gólvið í hesari toft er hellulagt eins
og tað sum eftir er av tí niðara (5. mynd). Hellugrót í veggj-
unum liggur flatt, men í hornunum á eysturvegginum standa
steinar eftir enda; hví so er, hava vit ikki greitt enn. Kann
vera, at í tí o. u. 2,70 m tjúkka eysturveggi fjalir seg smalari
kór og altar.
Tá ið gólvhellurnar við norðurveggin vórðu tiknar upp,
vórðu funnin ein steinstaki og ein bronsuteinur, umframt í
niðaru gólvskónunum nøkur brot av bollakendum leirílátum,
ið hava víkingaaldardám.
Stakin er evnaður úr tinnutum føroyskum gróti og mynd-
aður sum fóturin á gotiskari súlu við runastavi um miðjuna.
Hann er o. u. 11,0 cm høgur, tvm. um fótin uttan o. u. 9 cm,
um tromina 9,7 cm, um rundstavin o. u. 11,5 cm (6. mynd).
Tromin er snøgt rundað. Við tað at petti er brotnað úr síðuni
ber til at máta kulluna, sum høgd er í miðjuna; hon er ovast
5,5 cm víð, niðast o. u. 2,5 cm og o. u. 6 cm djúp (7. mynd).