Fróðskaparrit - 01.01.1993, Page 5
BÁTSBANDIÐ
9
var um tað mundið 2 merkur og somuleiðis
Mortansstovufestið. Petur tykist sostatt bert
at hava sitið við einum parti av teimum 16
merkrunum, sum vóru støðið undir rættar-
kravi hansara, og neyvan við nógv meira
enn teimum 4 merkrunum. Aðrir sótu við
restini. Kanska var Petur heldur ikki ein-
samallur eigari av bátinum, tí í tabellunum
hjá Løbner hevði Tjømustova 1/4 ognarpart
í áttamannafari og Mortansstova ongan.
Staðfestingin av hesum viðurskiftum gevur
okkum eitt betri støði fyri útleggingini av tí
avgerandi útsøgnini í fútans úrskurði. í
Norðragøtu vóru 16 merkur í jørð, sum
løgfrøðisliga vóm roknaðar sum ein heild,
hóast tær vóm sundurbýttar millum fleiri
ánarar. Til hesa jarðarheild hoyrdi ein bátur,
ið hevði framíhjárætt fram um aðrar bátar at
verða mannaður.
Rættarmálið hjá gøtumanninum stingur
okkum soleiðis kósina í rannsóknini eftir
uppmnanum til framíhjárættin hjá fymdar-
bátinum í bátsbandsskipanini. Leitað kann
verða eftir dømum, har bátur kann stað-
bindast til jørð, ið løgfrøðisliga kann hava
verið ein heild, og her em tabellimar hjá
Løbner góð hjálp.
Løbners tabellir em sum nevnt bygdar
upp um eina skráseting av húskjum. Hvørt
húskið verður frámerkt við nøvnum teirra,
ið stóðu fyri teimum. Nøvnini geva okkum
møguleika at leita aftur um tabellimar at
staðbinda tey, ið høvdu ogn í báti, til jørð,
tey sótu við. Slík kanning er sera drúgfør, tí
skil skal bæði verða fingið á byggisøgulig-
um viðurskiftum í sambandi við jørðina og
á ættargranskingarligum spurningum. Fyri
at lætta um, havi eg tí valt at avmarka kann-
ingina til Norðoyggjar, har fyrireikingar-
arbeiðið longu er gjørt og útgivið17.
Við støði í upplýsingunum úr Norðra-
gøtu kann verða ætlað, at á búplássum ella
bygdum við bert einum stómm báti skrá-
settum, t.v.s. annaðhvørt seksmannafari
ella áttamannafari, hevði tann báturin til-
knýti til eina jarðarheild og hevði støðu
sum fymdarbátur. í Norðoyggjum hava
menn Løbners skrásett 9 bygdir ella bú-
pláss, har bert tann eini stóri báturin var.
Tað er í Hvannasundi, á Norðtoftum, í
Múla, á Norðoyri, í Gerðum, í Upsalum, á
Blankaskála, á Trøllanesi og í Haraldsundi.
í tabellunum er skrásett kongsjørð,
óðalsjørð og uppsitarajørð hjá hvørjum ein-
støkum húski. Nú roynast skal at seta upp-
givnu jørðina í samband við møguligar
jarðarheildir, stinga tmpulleikar seg tó upp.
I sambandi við kongsjørðina em ivamálini
fá, tí gott samsvar er millum tað, tabellimar
uppgeva, og jarðarbøkumar. Tabellimar
geva sostatt eina rætta mynd av kongsjørð-
ini á teimum ymisku plássunum. Verri er
við uppgávuni av óðalsjørðini og uppsitara-
jørðini, tí verður tað uppgivna markatalið
fyri bygdina samantalt, verður úrslitið øðr-
vísi enn tað í veruleikanum var. Orsøkin er,
at ikki er víst, at óðalsjørðin, eitt húski
verður skrásett við, lá í somu bygd, húskið
sjálvt búði í. Maður kundi eiga jørð í aðrari
bygd og hava uppsitara fyri seg har. í slík-
um føri verður tann sama jørðin skrásett
tvær ferðir í tabellunum, t.v.s. bæði hjá eig-
aranum og hjá uppsitaranum, eigarin hevði
fyri seg í bygdini, har jørðin var. Tann sama
jørðin var jú inntøkugrundarlag hjá báðum,
og inntøkugmndarlagið var tað, tabellimar
skuldu lýsa. Avleiðingin av hesum er, at í
metingunum av jarðarheildum, ið kunnu