Fróðskaparrit - 01.01.1993, Page 10

Fróðskaparrit - 01.01.1993, Page 10
14 BÁTSBANDIÐ Onki seksmannafar var í bygdini, men tvey áttamannafør. 7 húski høvdu ognarpart í teimum. Sambært nøvnunum, ið Løbners tabellir uppgeva, er tað heilt greitt, at annan bátin áttu tey, ið búðu Heimi á Garði, og hin áttu tey Norð í Garði. I bygdunum í Svínoy og í Kunoy eru eisini meira enn ein býlingur, men har eru viðurskiftini minni greið. í báðum bygdum vóru tveir býlingar og tvey áttamannafør. I so máta líkjast viðurskiftini teimum á Við- areiði, Húsum og í Hattarvík. Men í Svínoy var har umframt eitt seksmannafar, har eig- arin, ið var einsamallur um bátin, eisini átti part í áttamannafari. í hvørgari bygdini ber til at seta áttamannaførini í samband við jørð í hvør sínum býlingi, tí líkt er til, at menn úr hvør sínum býlingi hildu bát í felag. Niðurstøða Tabellimar hjá Løbner geva soleiðis fleiri ábendingar um tað sama, sum rættarmálið hjá Peturi Antonison í Norðragøtu í 1658 vísti á, at rættarstøðið fyri fymdarbátinum var jørð, sum hóast sundurbýtt varð mett at hoyra saman. I tabellunum hava vit har- afturat fingið greiði á, at jarðarheildimar kunnu verða sammettar við ta jørð, ið hevði hoyrt til ein upprunagarð. Til ber sostatt at taka samanum og siga, at skipanin um fymdarbát hevði støði í fymdargomlum rættarviðurskiftum, ið høvdu tilknýti til uppmnagarðamar í elstu tíðum. Hetta var uttan mun til, um jørðin við tíðini var vorð- in festijørð ella hevði varðveitt óðalsstøð- una. Eitt er, at skipanin um fymdarbát var grundað á rættarviðurskifti í sambandi við upprunagarðamar. Niðurstøðan av útgrein- ingini omanfyri má eisini vera, at skipanin sum so var stirðnað, tí hon var grundað á viðurskifti, ið vóru farin. Gomlu garðamir vóm ikki til longur, jarðarheildirnar vóru meira og minni sundurbýttar, og fíggjarligu fortreytimar hjá teimum einstøku húskjun- um vóm broyttar. Umframt alt hetta hevði føroyska rættarsamfelagið verið fyri broyt- ingum síðani elstu tíðir, og nýggjar rættar- hugsjónir komu inn so við og við. I nøkrum av yngru keldunum fáa vit fat- an av, at misnøgdin við bátsbandsskipanina serliga valdaði millum óðalsmenn, ið vóru noyddir at rógva við bóndans báti. Teir sluppu ikki at fáa sær bát sjálvir. Aðra- staðni, sum í Hesti, fáa vit fatan av, at lítil ella ongin misnøgd var, og at eisini óðals- menn høvdu bát. Rættarmálið hjá Peturi Antonison í Norðragøtu í 1658 gav okkum tó heilt aðra fatan. Tað var ikki bert millum teir, ið ikki áttu í báti, misnøgdim valdaði, men eisini millum bøndur, sum høvdu ogn í fymdarbáti. Tað sama sæst í vártingssak hjá svínoyingum frá 1711. Bæði í Norðra- gøtu og í Svínoy var orsøkin, at eigarar av fymdarbáti høvdu fíngið sær bát um- framt28. Hetta tykist hava verið vanligt og ivaleyst eisini neyðugt, um fymdarbáturin ikki nøktaði tørvin á plássinum. Tmpulleik- ar stóðust helst heldur ikki av tí, - ikki fyrr enn bátamir vórðu ov nógvir, tí menn fullu frá, og onkur av medeigamnum í fymdar- bátinum fór at mangla fólk, talaði at og kanska stevndi. I sakunum úr Norðragøtu og Svínoy em sostatt tekin um, at longu miðskeiðis í 17. øld var støðið undir skipanini um fymdar- bát farið at ridla. Hvønn veg, leiðin bar,
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164
Page 165
Page 166
Page 167
Page 168
Page 169
Page 170
Page 171
Page 172
Page 173
Page 174
Page 175
Page 176
Page 177
Page 178
Page 179
Page 180

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.