Fróðskaparrit - 01.01.1993, Síða 10
14
BÁTSBANDIÐ
Onki seksmannafar var í bygdini, men tvey
áttamannafør. 7 húski høvdu ognarpart í
teimum. Sambært nøvnunum, ið Løbners
tabellir uppgeva, er tað heilt greitt, at annan
bátin áttu tey, ið búðu Heimi á Garði, og hin
áttu tey Norð í Garði.
I bygdunum í Svínoy og í Kunoy eru
eisini meira enn ein býlingur, men har eru
viðurskiftini minni greið. í báðum bygdum
vóru tveir býlingar og tvey áttamannafør. I
so máta líkjast viðurskiftini teimum á Við-
areiði, Húsum og í Hattarvík. Men í Svínoy
var har umframt eitt seksmannafar, har eig-
arin, ið var einsamallur um bátin, eisini átti
part í áttamannafari. í hvørgari bygdini ber
til at seta áttamannaførini í samband við
jørð í hvør sínum býlingi, tí líkt er til, at
menn úr hvør sínum býlingi hildu bát í
felag.
Niðurstøða
Tabellimar hjá Løbner geva soleiðis fleiri
ábendingar um tað sama, sum rættarmálið
hjá Peturi Antonison í Norðragøtu í 1658
vísti á, at rættarstøðið fyri fymdarbátinum
var jørð, sum hóast sundurbýtt varð mett at
hoyra saman. I tabellunum hava vit har-
afturat fingið greiði á, at jarðarheildimar
kunnu verða sammettar við ta jørð, ið hevði
hoyrt til ein upprunagarð. Til ber sostatt at
taka samanum og siga, at skipanin um
fymdarbát hevði støði í fymdargomlum
rættarviðurskiftum, ið høvdu tilknýti til
uppmnagarðamar í elstu tíðum. Hetta var
uttan mun til, um jørðin við tíðini var vorð-
in festijørð ella hevði varðveitt óðalsstøð-
una.
Eitt er, at skipanin um fymdarbát var
grundað á rættarviðurskifti í sambandi við
upprunagarðamar. Niðurstøðan av útgrein-
ingini omanfyri má eisini vera, at skipanin
sum so var stirðnað, tí hon var grundað á
viðurskifti, ið vóru farin. Gomlu garðamir
vóm ikki til longur, jarðarheildirnar vóru
meira og minni sundurbýttar, og fíggjarligu
fortreytimar hjá teimum einstøku húskjun-
um vóm broyttar. Umframt alt hetta hevði
føroyska rættarsamfelagið verið fyri broyt-
ingum síðani elstu tíðir, og nýggjar rættar-
hugsjónir komu inn so við og við.
I nøkrum av yngru keldunum fáa vit fat-
an av, at misnøgdin við bátsbandsskipanina
serliga valdaði millum óðalsmenn, ið vóru
noyddir at rógva við bóndans báti. Teir
sluppu ikki at fáa sær bát sjálvir. Aðra-
staðni, sum í Hesti, fáa vit fatan av, at lítil
ella ongin misnøgd var, og at eisini óðals-
menn høvdu bát. Rættarmálið hjá Peturi
Antonison í Norðragøtu í 1658 gav okkum
tó heilt aðra fatan. Tað var ikki bert millum
teir, ið ikki áttu í báti, misnøgdim valdaði,
men eisini millum bøndur, sum høvdu ogn
í fymdarbáti. Tað sama sæst í vártingssak
hjá svínoyingum frá 1711. Bæði í Norðra-
gøtu og í Svínoy var orsøkin, at eigarar av
fymdarbáti høvdu fíngið sær bát um-
framt28. Hetta tykist hava verið vanligt og
ivaleyst eisini neyðugt, um fymdarbáturin
ikki nøktaði tørvin á plássinum. Tmpulleik-
ar stóðust helst heldur ikki av tí, - ikki fyrr
enn bátamir vórðu ov nógvir, tí menn fullu
frá, og onkur av medeigamnum í fymdar-
bátinum fór at mangla fólk, talaði at og
kanska stevndi.
I sakunum úr Norðragøtu og Svínoy em
sostatt tekin um, at longu miðskeiðis í 17.
øld var støðið undir skipanini um fymdar-
bát farið at ridla. Hvønn veg, leiðin bar,