Fróðskaparrit - 01.01.1993, Side 56

Fróðskaparrit - 01.01.1993, Side 56
60 KONTRABÓKIN - TRUCK-SKIPANIN í FØROYUM 1856-1939 ikki vilja seta tað inn í handilin. Tað er tó sjáldan so væl, at tey eiga nakað; oftari hava tey í sínum ørviti tikið meira út úr handlinum, enn tey hava avreitt; sofáa tey onkuntíð at vita, at nú skylda tey so og so mikið. Handilsmaðurin verður kanska eitt sindur trekari ennfyrr at lata út, men ann- ars kemur alt aftur í sama gamla myrkri. Aðrir handilsmenn koma straks og leggja pengar á skivuna, tá ið tey hava avreitt, men so spyrja teir, um tey ikki skulu keypa, og skuldi ein maður nógvar dagar upp í slag borið allar pengamar til hús, er óvist, um teir oftari høvdu verið lagdir á skivuna straks; men mestan altíð keypa mennirnir nakað - ella um maðurin býr í somu bygd, kemur konan aftur dagin eftir - og tá ið so nakað er keypt og handilsmaðurin hevur fingið pengarnar at bíta, sigur hann: “Nú er so ella so mikið eftir, skal tú einki keypa meir?" Maðurin kláar sær upp í vanga; hann hevði havt betur hug at borið hesar pengarnar til hús, men hann veit at handilsmaðurin dámar væl atfáa teir aftur í útdrag sítt (skuffu sína) antin fyri varir ellafyri gamla skuld, og so nevnir hann eitt og annað inntil pengarnir eru uppi. Kemur nú long uppiløga, veit maðurin, athannfær hjálp frá handilsmanninum, um hann ikki hevur pening, og við tað at hann keypir so dugaliga, hevur handilsmaðurin tol at bíða og fáa pengarnar aftur so við og við, tá ið góðar innløgur koma. Ja, eigur maðurin eitt sindur av jørð, kann handilsmaðurin bíða enn longur og - í trongum tíðum taka við einum gyllini. Hetta orðaskiftið - seinast í 19. øld - er frá teirri tíðini, tá útróðurin var í hæddini, og sluppfiskiskapurin av álvara byrjaði at vaksa. Weihe ella hin, sum tók lut í orða- skiftinum, høvdu neyvan ímyndað sær ta broyting, ið nú kom, og sum økti ferðina móti peningasamfelagnum. I 20 øld kom peningur so við og við at verða neyðugur hjá øllum, tí meira mátti keypast enn fyrr. Fríhandilin hevði givið fólkinum nýggjar møguleikar og nýggjan tørv. Nýggj krøv vórðu sett til einstaklingin, sum ikki var so vanur at hava pening um hendi. Tað var í hesi tíð, at menn settu jørð í veð fyri brenni- vín, sum var at fáa í flestu handlum. Tað var ikki óvanligt, at keypmaðurin skonkti ein fiskasnaps, tá menn komu av útróðri fyri at økja um keypshugin (Weihe, 1891; Jacob- sen, 1994). Føroyingar høvdu, sum tað sýntist, enn ikki rættiliga vant seg við henda nýggja handilsmentalitetin. Fíggjarliga støðan um 1900 Vanlig handilskapitalisma setti dám á ta fyrstu tíðina eftir fríhandilin. Keypmenn- inir keyptu og seldu vørur. Tær fløgur, sum teir løgdu í framleiðslutól, vóru ikki stórar. Talan var um handilshús og pakkhús. Teir øktu so við og við um virksemið, ikki bert í Tórshavn og á Tvøroyri, men í mestsum øllum bygdum í landinum við úthandlum sínum. Handlamir keyptu fisk, sum teir saltaðu og turkaðu. Teir, sum róðu út, áttu bátar, neyst og veiðiamboð. So við og við fóm keypmennimir at gera fleri fløgur í vinnutól, skjótt vóm tað teir, sum áttu flestu skipini. Hetta sæst í skipa- skrásetingini á Føroya Landsskjalasavni. í 1888 vóru 12 skip í Føroyum, í 1898 63, í 1908 142 og í 1935 165 fiskifør - sluppir og skonnartir. Sluppfiskiskapurin setti dám á alt samfelagið: skip á vánni um veturin og
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140
Side 141
Side 142
Side 143
Side 144
Side 145
Side 146
Side 147
Side 148
Side 149
Side 150
Side 151
Side 152
Side 153
Side 154
Side 155
Side 156
Side 157
Side 158
Side 159
Side 160
Side 161
Side 162
Side 163
Side 164
Side 165
Side 166
Side 167
Side 168
Side 169
Side 170
Side 171
Side 172
Side 173
Side 174
Side 175
Side 176
Side 177
Side 178
Side 179
Side 180

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.