Fróðskaparrit - 01.01.1993, Síða 56
60
KONTRABÓKIN - TRUCK-SKIPANIN í FØROYUM 1856-1939
ikki vilja seta tað inn í handilin. Tað er tó
sjáldan so væl, at tey eiga nakað; oftari
hava tey í sínum ørviti tikið meira út úr
handlinum, enn tey hava avreitt; sofáa tey
onkuntíð at vita, at nú skylda tey so og so
mikið. Handilsmaðurin verður kanska eitt
sindur trekari ennfyrr at lata út, men ann-
ars kemur alt aftur í sama gamla myrkri.
Aðrir handilsmenn koma straks og leggja
pengar á skivuna, tá ið tey hava avreitt, men
so spyrja teir, um tey ikki skulu keypa, og
skuldi ein maður nógvar dagar upp í slag
borið allar pengamar til hús, er óvist, um
teir oftari høvdu verið lagdir á skivuna
straks; men mestan altíð keypa mennirnir
nakað - ella um maðurin býr í somu bygd,
kemur konan aftur dagin eftir - og tá ið so
nakað er keypt og handilsmaðurin hevur
fingið pengarnar at bíta, sigur hann: “Nú
er so ella so mikið eftir, skal tú einki keypa
meir?" Maðurin kláar sær upp í vanga;
hann hevði havt betur hug at borið hesar
pengarnar til hús, men hann veit at
handilsmaðurin dámar væl atfáa teir aftur
í útdrag sítt (skuffu sína) antin fyri varir
ellafyri gamla skuld, og so nevnir hann eitt
og annað inntil pengarnir eru uppi. Kemur
nú long uppiløga, veit maðurin, athannfær
hjálp frá handilsmanninum, um hann ikki
hevur pening, og við tað at hann keypir so
dugaliga, hevur handilsmaðurin tol at bíða
og fáa pengarnar aftur so við og við, tá ið
góðar innløgur koma. Ja, eigur maðurin eitt
sindur av jørð, kann handilsmaðurin bíða
enn longur og - í trongum tíðum taka við
einum gyllini.
Hetta orðaskiftið - seinast í 19. øld - er
frá teirri tíðini, tá útróðurin var í hæddini,
og sluppfiskiskapurin av álvara byrjaði at
vaksa. Weihe ella hin, sum tók lut í orða-
skiftinum, høvdu neyvan ímyndað sær ta
broyting, ið nú kom, og sum økti ferðina
móti peningasamfelagnum. I 20 øld kom
peningur so við og við at verða neyðugur
hjá øllum, tí meira mátti keypast enn fyrr.
Fríhandilin hevði givið fólkinum nýggjar
møguleikar og nýggjan tørv. Nýggj krøv
vórðu sett til einstaklingin, sum ikki var so
vanur at hava pening um hendi. Tað var í
hesi tíð, at menn settu jørð í veð fyri brenni-
vín, sum var at fáa í flestu handlum. Tað var
ikki óvanligt, at keypmaðurin skonkti ein
fiskasnaps, tá menn komu av útróðri fyri at
økja um keypshugin (Weihe, 1891; Jacob-
sen, 1994). Føroyingar høvdu, sum tað
sýntist, enn ikki rættiliga vant seg við
henda nýggja handilsmentalitetin.
Fíggjarliga støðan um 1900
Vanlig handilskapitalisma setti dám á ta
fyrstu tíðina eftir fríhandilin. Keypmenn-
inir keyptu og seldu vørur. Tær fløgur, sum
teir løgdu í framleiðslutól, vóru ikki stórar.
Talan var um handilshús og pakkhús. Teir
øktu so við og við um virksemið, ikki bert í
Tórshavn og á Tvøroyri, men í mestsum
øllum bygdum í landinum við úthandlum
sínum. Handlamir keyptu fisk, sum teir
saltaðu og turkaðu. Teir, sum róðu út, áttu
bátar, neyst og veiðiamboð.
So við og við fóm keypmennimir at gera
fleri fløgur í vinnutól, skjótt vóm tað teir,
sum áttu flestu skipini. Hetta sæst í skipa-
skrásetingini á Føroya Landsskjalasavni. í
1888 vóru 12 skip í Føroyum, í 1898 63, í
1908 142 og í 1935 165 fiskifør - sluppir
og skonnartir. Sluppfiskiskapurin setti dám
á alt samfelagið: skip á vánni um veturin og