Fróðskaparrit - 01.07.2004, Page 20

Fróðskaparrit - 01.07.2004, Page 20
18 JARÐARNAVNIÐ STRAPUUÐ Stræti í staðanøvnum Vitað er um stræti í trimum øðrum staða- nøvnum í Føroyum. Á Kirkju eitur eitt hús Á Stræti. Christian Matras (1932: 274) sig- ur merkingina í orðinum stræti vera ‘smal, brolagt Vej, Stræde’, og sum húsanavn sig- ur hann tað vera »temmelig nyt«. Hetta seinra er kortini ikki vist. Á bygdakortum hjá J. Símuni Hansen (1971: 36-37), sum vísir húsini á Kirkju frá 1801 og uppeftir, sæst húsið Á Stræti at vera við høvuðsvegin gjøgnum bygdina. Navnið Stræti(ð) kemur eisini fyri syðst á Borðoyarnesi, í tí pláss- inum sum eitur Høgnin (ið kemur av Høvnin ella Høvn). Har er ein lítil vík nevnd Havnin í Høgnini, har tað ber væl til at lenda og hava bát liggjandi. Heimildar- menn ið eg havi spurt, kenna ikki nakað Stræti har, men Hans á Biskupsstøð (f. 1898) hevur skrivað navnið upp og fest tað á kort, helst einaferð í 1920’num (sbr. 1. notu). í Koltri er samansetta navnið Múla- stræti navn á eini hellu í fjøruni niðan fyri býlingin Heimi í Húsi. Stræti er við øðrum orðum ikki ókent í føroyskum staðanøvn- um. í Norra kemur Stræti fyri fleiristaðni sum navn á gørðum, men onkuntíð eisini sum jarðamavn (Rygh 1900: 301). Rygh heldur tað vera mest rímiligt at tulka navnið í merkingini ‘vegur’. Eisini ber hann saman við eitt javndømi av Eysturlandinum í Islandi har ein gamal garður sum eitur Stræti, skal hava fmgið navn sítt av tí at hann liggur »paa en smal Strimmel Under- land mellem Fjeldet og Søen, hvorover Al- farveien mellem to Bygder gaar« (Rygh vísir her til Kálund: Hist. topogr. Beskr. II 255 f.). Tað vísir seg kortini at vera ivi um hetta íslendska navnið, tí í fornbrøvum og summum handritum av Landnámabók kemur tað fyri sum Streiti (og soleiðis eitur tað í dag). Jakob Benediktsson (1968: 308) heldur Streiti vera tann upprunaliga navna- formin og setur hann í samband við sagn- orðið streita(st) ‘strevast’, og hann heldur tað hava verið navnið á fjallinum ella nesi- num sum er har. í roynd og veru vita vit ikki við vissu hvør formurin er tann eldri, og viðurskiftini á staðnum tala ikki ímóti merkingini ‘mjó gata, vegur, mikið um- ferðarsvæði’ (sí undir stræti hjá Magnús- son 1998).3 Rygh (op.cit.) vísir annars til merkingina ‘Strøg eller Egn, hvorigjennem der er megen Færdsel’, eina merking sum hann hevur úr orðabókini hjá Hans Ross, ið kennir hana frá m.a. Telemark. Her kann verða skoytt uppí at Ross eisini hevur sagn- orðið stræta (úr Telemark), sum hann týðir ‘gaa igjennem en Passage, et »Stræte«; passere’. (sbr. eisini Sandnes og Stemshaug 1997). Jakob Jakobsen nevnir at í Hetlandi kemur orðið stred (av norrønum stræti) fyri sum navn á jarðarstykkjum. Eisini smuga og smoga verða brúkt á sama hátt, og grundmerkingin er í báðum førum tann sama, ‘gang, vej’ og ‘vej mellem to gærder’ (Jakobsen 1901: 149; 153). Eg hugsi mær at vit eisini her í jarðar- navninum í Sandavági skulu rokna við stræti sum parti av navninum. Her hevur gøtan gingið, og eitt liða sum hon hevur gingið ígjøgnum, hevur hitið Strætilið einaferð í tíðini. Málslig viðurskiftir Men hvat er so hent við navninum tá ið tað
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.