Fróðskaparrit - 01.07.2004, Síða 20
18
JARÐARNAVNIÐ STRAPUUÐ
Stræti í staðanøvnum
Vitað er um stræti í trimum øðrum staða-
nøvnum í Føroyum. Á Kirkju eitur eitt hús
Á Stræti. Christian Matras (1932: 274) sig-
ur merkingina í orðinum stræti vera ‘smal,
brolagt Vej, Stræde’, og sum húsanavn sig-
ur hann tað vera »temmelig nyt«. Hetta
seinra er kortini ikki vist. Á bygdakortum
hjá J. Símuni Hansen (1971: 36-37), sum
vísir húsini á Kirkju frá 1801 og uppeftir,
sæst húsið Á Stræti at vera við høvuðsvegin
gjøgnum bygdina. Navnið Stræti(ð) kemur
eisini fyri syðst á Borðoyarnesi, í tí pláss-
inum sum eitur Høgnin (ið kemur av
Høvnin ella Høvn). Har er ein lítil vík
nevnd Havnin í Høgnini, har tað ber væl til
at lenda og hava bát liggjandi. Heimildar-
menn ið eg havi spurt, kenna ikki nakað
Stræti har, men Hans á Biskupsstøð (f.
1898) hevur skrivað navnið upp og fest tað
á kort, helst einaferð í 1920’num (sbr. 1.
notu). í Koltri er samansetta navnið Múla-
stræti navn á eini hellu í fjøruni niðan fyri
býlingin Heimi í Húsi. Stræti er við øðrum
orðum ikki ókent í føroyskum staðanøvn-
um.
í Norra kemur Stræti fyri fleiristaðni
sum navn á gørðum, men onkuntíð eisini
sum jarðamavn (Rygh 1900: 301). Rygh
heldur tað vera mest rímiligt at tulka navnið
í merkingini ‘vegur’. Eisini ber hann saman
við eitt javndømi av Eysturlandinum í
Islandi har ein gamal garður sum eitur
Stræti, skal hava fmgið navn sítt av tí at
hann liggur »paa en smal Strimmel Under-
land mellem Fjeldet og Søen, hvorover Al-
farveien mellem to Bygder gaar« (Rygh
vísir her til Kálund: Hist. topogr. Beskr. II
255 f.). Tað vísir seg kortini at vera ivi um
hetta íslendska navnið, tí í fornbrøvum og
summum handritum av Landnámabók
kemur tað fyri sum Streiti (og soleiðis eitur
tað í dag). Jakob Benediktsson (1968: 308)
heldur Streiti vera tann upprunaliga navna-
formin og setur hann í samband við sagn-
orðið streita(st) ‘strevast’, og hann heldur
tað hava verið navnið á fjallinum ella nesi-
num sum er har. í roynd og veru vita vit ikki
við vissu hvør formurin er tann eldri, og
viðurskiftini á staðnum tala ikki ímóti
merkingini ‘mjó gata, vegur, mikið um-
ferðarsvæði’ (sí undir stræti hjá Magnús-
son 1998).3 Rygh (op.cit.) vísir annars til
merkingina ‘Strøg eller Egn, hvorigjennem
der er megen Færdsel’, eina merking sum
hann hevur úr orðabókini hjá Hans Ross, ið
kennir hana frá m.a. Telemark. Her kann
verða skoytt uppí at Ross eisini hevur sagn-
orðið stræta (úr Telemark), sum hann týðir
‘gaa igjennem en Passage, et »Stræte«;
passere’. (sbr. eisini Sandnes og Stemshaug
1997).
Jakob Jakobsen nevnir at í Hetlandi
kemur orðið stred (av norrønum stræti) fyri
sum navn á jarðarstykkjum. Eisini smuga
og smoga verða brúkt á sama hátt, og
grundmerkingin er í báðum førum tann
sama, ‘gang, vej’ og ‘vej mellem to gærder’
(Jakobsen 1901: 149; 153).
Eg hugsi mær at vit eisini her í jarðar-
navninum í Sandavági skulu rokna við
stræti sum parti av navninum. Her hevur
gøtan gingið, og eitt liða sum hon hevur
gingið ígjøgnum, hevur hitið Strætilið
einaferð í tíðini.
Málslig viðurskiftir
Men hvat er so hent við navninum tá ið tað