Fróðskaparrit - 01.01.2008, Blaðsíða 75
DICLOSSIA IN FAROESE?
73
Hvussu eigur føroyskt at verða tosað
|B ■||
□ Aldur 24-50, útbúgvlng I Føroyum
□ Aldur 24-50, univ.útbúgving uttanlands
■ Aldur 65 og hægri
Týðandi at læra bending Mennast 'nátúrliga’/ Vanligt Hevur ongan/ikki
ikki ov nógv fremmand føroyskt/ Ikki rótføroyskt/ stóran týdning
orð og 'slang' Varðveita dialektirnar
Veit ikki / ótýðiligt
Leggi einki f
Talva 1:
Soleiðis varð svarað
standardfrábrigdið, ella tað fyrimyndarliga
málið, ið altso verður hugsað um sum 'gott
mál' ella 'rætt føroyskt'.
Undir samrøðunum kom fram at stand-
ardfrábrigdið tykist vera fløkt, báði í bending,
rættskriving og setningsbygnaði. Úr mál-
frøðiligum sjónarhorni er helst rættari at
siga, at orsakað av fjarstøðuni millum stand-
ardfrábrigdið og dagliga frábrigdið halda
nógv, at standardfrábrigdið er fløkt. Hóast
hesi øvutu viðurskifti, vísir tað seg, at í spurn-
inginum um, um bending og rættskriving
eiga at verða varðveitt í núverandi búna, so
svaraðu 79,5% av teimum spurdu í kann-
ingini jaliga til varðveiting, samstundis sum
tey frambóru grundgevingar fyri, hví tað
hevur týdning at varðveita báði bending og
rættskriving í núverandi formi (sí talvurnar 1
& 3 í samanseting). Um hetta seinasta, siga
heimildarfólkini sínar hugsanir sum t.d. at
"um vit lata tað fara (tvs. bending og/ella
rættskriving) so verður einki eftir". Ein onnur
málbering var, at "so fellur tað heila saman”.
Hóast hetta, tosa eisini fleiri heimildarfólk
um, at tað ørkymlar tey, at tey ikki duga at
skriva móðurmálið nóg væl, men at tey royna
at "vanda sær um málið fyri at støðan skal
batna".
Blandað upp í hesa ørkymlan um ikki at
duga málið nóg væl, verður kortini tosað um
bjartar vónir fyri málinum fyri framman.
Mett verður, at málið fer at styrkja støðu sína
í hvørjum av, at fólkið er tilvitað um felags
arvin og ábyrgdina av at varðveita eitt mál, ið
bert evarska lítil partur á jørðini tosar, ikki
meir enn einar 50.000 sálir. Eisini hoyrir við í
samandrátti um evnið, at ovurstórur áhugi
er í málinum, og sterkar kenslur fyri tí eru til
staðar. Kortini tykist tað onkursvegna at vera
'møðsamt’: jú, vit elska móðurmálið, men vit
berjast við tað; vit eiga at varðveita tað, hóast
støðan er, at eingin dugir tað nóg væl!
3.3 Ritmynd avtrimum málspurn-
ingum til Master-ritgerðina
Ritmyndirnar í talvunum 1, 2 og 3 vísa fram-
løgu av hugburði hjá 88 vaksnum heimildar-
fólkum6 til fylgjandi evni:
1. Hvussu eigur føroyskt at verða tosað?