Fróðskaparrit - 01.01.2008, Side 77
D/GLOSS/A IN FAROESE?
75
Týðandi/Vit eiga
at læra rætta
bending og
staving
Hugburðurtil móðurmálsupplæringina, (og bending)
Ikki týðandi /
ikki (dagliga
málinum
□ Aldur 24-50, útbúgving I Foroyum
D Aldur 24-50, univ.útbúgvlng uttanlands
D Aldur 65 og hægii
Leggi einki f tað
Talva 3
Soleiðis varð svarað
Uttanríkismálaráðnum, Fjarskiftiseftirlitinum,
og fleiri øðrum stovnum, hoyrist tilvitað orð-
ing um málsliga umhugsan og varni. Orðing-
ar teirra siga beinleiðis, at í skjølum frá al-
mennu stovnunum eins og í útvarpingum í
miðlunum skal málið vera so 'rætt' og 'gott'
føroyskt, sum gjørligt. Eisini verður sagt, at
málið skal ikki bera boð um líkasælu, hvørki
í bending, setningsbygnaði ella orðatilfeingi.
Sagt við øðrum orðum: tað skal vera rótfør-
oyskt. Fleiri leggja dent á, at málið hjá tí al-
menna skal heldur ikki
bera boð um, at hann/
hon, ið skrivar, hevur lisið
uttanlands og tískil nýtir
eitt føroyskt, ið ber lit av
øðrum máli.
Um tær 319 danism-
unar er rætt at siga, at í
skrivligum máli vil ein
føroyingur hava sum
grundhugburð at sleppa
frá at nýta hesi orðini og
royna at finna føroysk
heiti í staðin. Hetta uppáhald kann grundast
á sannroyndina, at av 118 heimildarfólkum
vóru so fá sum fýra fólk - ella 3,4% - ið
søgdu seg hava jaligan hugburð til donsk
tøkuorð7. Meirilutin segði seg antin aftur-
haldandi ella at hava neiligan hugburð til
donsk tøkuorð.
Talva 4 vísir, hvussu tær 319 danismurnar
vóru at finna í teimum fýra bólkunum av
heimildarfólkum (tvs. at orðatilfeingi hjá
yngsta bólkinum er tikið við her)8.
Títtleiki av danismum - allir bólkar
Talva 4
Aldur 24-50 Aldur 24-50
útb. I Føroyum Unlv. útb.
uttanlands
Aldursbólkar
Aldur 65 og hægri