Fróðskaparrit - 01.01.2008, Síða 80
78
SKIFTISMÆLI í FØROYSKUM?
vera støðan í føroyskum um 'fyrimyndarmál-
ini' hjá Ferguson verða løgd til grund. Hvørki
fyri íslendska ella føroyska málsamfelagið er
nøkur avmyndan gjørd eftir heildarreglun-
um, ið liggja til grund fyri hesa grein. Um
gjørligt var at fáa íslendsku viðurskiftini lýst
sum í talvu 6 niðanfyri, er hugsandi, at eitt
virkið grundarlag var fyri tey bæði málini før-
oyskt og íslendskt, samstundis sum saman-
bering kundi verið gjørd móti heildarreglun-
um hjá Ferguson fyri skiftismæli.
4.T.2 Danskt
Frá donskum viðurskiftum kenna vit til frá-
sagnir um, at málsliga gongdin er móti ríkis-
donskum, nær skriftmálinum, samstundis
sum, at staðbundnu málførini strikast út í
hvørjum. Víst verður m.a. á heimasíðuna hjá
Dansk Sprognævn, http://www.dsn.dk/
Sprogpolitik/Sprog pá Spil/, har vit fmna
tílíkt uppáhald:
Det er blevet sagt om danskerne, at de har
dovne ører. Man er blevet uvant med at høre
dansk, der ikke er rigssprogsnært, og kan ikke
vænne sig til flere udtalevarianter. Omformnin-
gen af Danmark fra dialektsamfund til stan-
dardsprogssamfund har haft som omkostning,
at vi stár mere fremmede over for dialekter,
nabosprog og dansk talt af udlændinge.
4.7.3 Norskt
Heldur ikki úr norska málsamfelagnum eru
kanningar við niðurstøðu um skiftismæli
eftir heildarreglunum hjá Ferguson. Kann-
ingin hjá Blom og Gumperz úr Hemnes-
berget viðvíkjandi kotubroyting (1972) skal
takast við, av tí at hon kann tulkast sum
niðurstøða um skiftismæli í hesum samfelag-
num. Kortini skal eisini nevnast, at av henni
hevur staðist mikil orðadráttur. Hjá Mæhlum
(Mæhlum et al„ 2003) verður kanningin úr
Hemnesberget bólkað undir kotubroyting.
Orðaskiftið her skal ikki fevna um kotubroyt-
ing mótvegis skiftismæli, tá spuningurin ikki
er viðkomandi fyri tað, greinin snýr seg um.
Vísandi á Mæhlum et al. skal bert takast við,
at kanningin hjá Blom og Gumperz í dag ikki
longur verður roknað sum eftirfarandi úr
málfrøðiligum sjónarhorni vegna ósemju um
háttaløg, ið teir nýttu (Mæhlum et al„ 2003:
45-47, 72).
Wexler sigur um málsamfelag uttan
skiftismæli, at standardfrábrigdið ofta er hitt
sama sum tað málið, ið annaðhvørt ein
landspartur ella týðandi sosialur bólkur talar
(Wexler, 1971: 335). Eisini Winford leggur
dent á mentanarliga munin millum samfelag
við standardfrábrigdi-við-staðbundnum
málførum og samfelag við skiftismæli:
The most obvious difference between diglossia
and the situation of a standard-with- social/re-
gional dialects (social dialectia) is that seg-
ments ofthe population in the latter case learn
the H variety as their first language.
(Winford, 1985: 349).
Hetta sama kann sigast um norskt bókmál
og staðbundnu málførini kring býirnar í
eystur-Noregi, meðan sama helst ikki kann
sigast um ný-norskt skriftmál av tí, at hetta
er frábrigdi, ið ikki verður tosað nakrastaðni
og tískil hevur heldur eingin hetta sum móð-
urmál. Kortini, uppaftur meir týðandi fyri
norsk viðurskifti er, at av teim níggju fyri-
treytunum í heildarreglunum hjá Ferguson
fyri skiftismæli eru fleiri, ið ikki hóska til
norska málsamfelagið. Ov langt verður at
fara eftir hvørji einstakari fyritreyt her, men