Fróðskaparrit - 01.01.2008, Side 81
DICLOSSIA IN FAROESE?
79
nevnast skulu kortini tær báðar i/irðing og
bending. í Noregi hava staðbundnu málførini
høga virðing í øllum samfelagnum, meðan
standardfrábrigdið bert hevur virðing sum
skrivligt mál. Víðvíkjandi bendingeru norsku
viðurskiftini heldur øvut av tí, Ferguson lýsir:
"H has [...] an inflectional system of nouns
and verbs which is much reduced or totally
absent i L" (Ferguson, 1959: 333). T.d er
støðan tann í summum av staðbundnu mál-
førunum í ný-norska málsamfelagnum, at vit
framvegis kunnu finna leivdir av einum triðja
falli (hvørjumfall), meðan standardfrábrigd-
ini bæði hava bert tvey føll eftir; hvørfall og
hvørsfall.
Vísandi aftur á Mæhlum et at. (2003:42-
43) skal norska málsamfelagið sostatt ikki
lýsast sum málsamfelag við skiftismæli eftir
heildarreglunum, ið eru lagdar til grund fyri
hesa grein. Norska málsamfelagið skal eftir
hesum reglum greinast at vera "standardfrá-
brigdi-við-staðbundnum-málførum”, ella
rættari: málsamfelag við tveimum standard-
frábrigdum og fleiri staðbundnum málfør-
um.
4.7.4 Skiftismceli ífinlands-svenskum
Kristina Nikula (Nikula, 1988) lýsir viðurskifti
í finlands-svenskum, ið mega sigast at sam-
svara við málsamfelag við skiftismæli. T.d lýsir
hon, hvussu fólk í Nárpes kommunufyrisiting
leggja dagliga frábrigdið til síðis og skifta til
ríkissvenskt. í dagliguni høpi verður stað-
bundna málførið í Nárpes nýtt alla aðra-
staðni, eitt málføri, ið hevur ymisk reglulig
frávik frá ríkissvenskum.
í greinini "Hógsprák och dialekt i den
finlandssvenska skolan" sigur eisini Loman
frá somu viðurskiftum úr Nárpes (Elert et al„
1977: 73-74).
Sum einasta mál í Norðurlondum finna
vit sostatt í finlands-svenskum kanning við-
víkjandi skiftismæli og málsligum atburði, ið
er eyðkendur fyri málsamfeløg við skiftis-
mæli. Ein samanbering millum kanningarnar
úr finlands-svenska máløkinum og føroysku
viðurskiftini vildi stostatt verið báði áhuga-
verd og avsannandi.
4.2 Føroysk viðurskifti við skiftismæli
í baksýni
Um heimligu viðurskifti okkara sigur Suzan-
ne Romaine so seint sum í 1989: "Swiss Ger-
man and Faroese may never emerge from
diglossia, but are probably in no danger of
death" (Romaine, 1989: 39). Romaine sam-
anber soleiðis málsligu støðuna í Føroyum
við ta týsk-sveisisku, men hevur hon í tonk-
unum danskt í H-støðu og føroyskt í L-støðu.
Meting hennara er sostatt ikki grundað á
heildarreglurnar hjá Ferguson fyri tey fýra
'fyrimyndarmálini', men metir Romaine hin
vegin føroyskt at vera eitt frábrigdi av donsk-
um (eins og sveisiskt-týskt verður mett at
vera tað av ríkistýskum). Føroyskt skal ikki
verða mett sum frábrigdi av donskum, men
er tjóðmál í Føroyum, ið hevur sigrað á flest
øllum økjum her heima, og er í dag ráðandi
í føroyska samfelagnum (víst verður m.a. á
Braunmúller, 1998: 231; Torp, 1998).
Við hesi fyritreyt, umframt níggju eyð-
merkjunum hjá Ferguson fyri at skilja H- og
L-frábrigdið frá hvørjum øðrum, skal henda
grein viðgera skiftismæli í føroyskum uttan
at blanda uppí hvørki a) málsamfeiøg við al-
mennum tvímæli (eftir sundurgreining hjá
Fishman), ella b) málsamfeløg við "standard-
frábrigdi-við-staðarbundnum-málførum"
(ella sum í Noregi, tvey standardfrábrigdi við
fleiri staðbundnum málførum). Tað skal við-