Fróðskaparrit - 01.01.2008, Síða 85
DIGLOSSIA IN FAROESE?
83
Myndil
Fergusons
Hugsað um
føroysk
viðurskifti
Situasjon
Hugsað um
donsk/ norsk
viðurskifti
í kirkju / guðfrøðiligum høpi +) X X X
Boð til starvsfólk, o.s.fr. X X X
Persónlig brøv X X X
Røður á tingi, røður í tjóðarligum høpi X (X) X X
Fróðskaparligir fyrilestrar X X X
Samrøður í familjuni, millum vinir og starvsfelagar X X — X
Tíðindaupplestur í miðlunum X X X
'Sápur' í útvarpinum ++'1 X X X
Oddagreinar í fjølmiðlunum, myndatekstir X X X
Tekstir til myndir í sambandi við speirit X X X
Skaldskapur'a bundnum máli" X X X
Skaldskapur á mannamunni X X X
Vrkisbókmentir+++) X X
Talva 6
(Kelda: Ferguson, 1959:329, talva tillagað av undirritaðu)
+) Hugsað verður, at her man vera ein ávís broyting av stíllagi og orðavali, ið kortini ikki hevur við
skiftismæli at gera. Málið er greinað út undir 4.1.2 og 2.1.3 niðanfyri.
++) Tað er møguligt, at hetta er ikki eins viðkomandi fyri føroyskt sum fyri 'fyrimyndarligu málini',
av tí at nógv av tilfarinum man vera týtt úr øðrum málum. Viðvíkjandi tilfarinum, ið er at finna
úr upprunaføroyskum, hevði tað verið løgið, um málið skuldi verið annað enn nær dagliga
frábrigdinum.
+++) Ikki við í talvu Fergusons, men tikið við her, av tí at føroyska samfelagið gevur út yrkisbókmentir,
báði til skúla og onnur endamál. Standardfrábrigdið verður tá sett í hásæti.
hugsandi er, at broyting frá L- til H-frábrigdi
í kjaki á landsins tingi vil vera treytað av
einstaklingi og hugburði hansara/hennara.
Hugsað verður, at hetta fyribrigdið man vera
heldur sjáldsamt. Møguligt er, at stig av til-
laging av málinum heldur vil snúgva seg um
nýtslu av røttum stíllagi, enn broyting av
málinum, og verður sostatt ikki talan um
skiftismæli. Merki er kortini sett undir H í
klombrum, av tí at pinkukanningin so týði-
liga sigur, at meirilutin av teimum spurdu
vænta sær ella vilja hoyra tillagað mál í 'tjóð-
arligum høpi’ og/ella stjórnmálsligum røð-
um. Kortini verður hugsað, at kjak á tingi
verður nakað annað, av tí, at har skal ofta
ganga skjótt fyri seg, stundum eisini við ávís-
ari øsing.
Sostatt er fyribils uppskot til yvirlit í