Fróðskaparrit - 01.01.2008, Page 87
DICLOSSIA IN FAROESE?
85
reglunum viðvíkjandi staving, bending og
nýggjyrðum, hevur tað virðing ('overt pres-
tige') at hava skil á øllum luteindunum, sí t.d.
8 og 9 niðanfyri.
3. Bókmentaligur arvur (heritage of litera-
ture): "In every one of the defming lang-
uages there is a sizable body of written
literature in H which is held in high
esteem by the speech community, and
contemporary production in H by mem-
bers of the community is felt to be part
of this otherwise existing literature"
(Ibid.: 330).
I 'fyrimyndarmálunum' hjá Ferguson erstór-
ur bókmentaligur arvur til, og verður hann
hildin høgt í virði. Av tí, at føroyska skrift-
málið er ungt, verða viðurskiftini her øðrvísi
enn í t.d. arabiskum og týskum. Kortini skal
haldast fast við, at frábrigdið, ið verður nýtt
innan skaldskap, als ikki er dagliga frábrigdið
við sínum danismum, fremmandu máliskum
og bendingum, ið víkja frá reglunum fyri
føroyskt mál. Hetta kann eisini sigast um
yrkisbókmentir, har málið man liggja upp-
aftur longri burtur frá dagliga frábrigdinum,
uttan so, at málið fyri tað er fylt við fremm-
andum yrkisorðum. Hesi viðurskifti eru tí
tikin við í talvu 6 omanfyri.
4. Innlcering (acquisition): "Among speakers
of the four defming languages adults
invariably use L in speaking to children
and children use L in speaking to one
another. As a result, L is invariably lear-
ned by children in what may be regarded
as the 'normal’ way of learning one's
mother tongue" (Ibid.: 331).
Eins og Ferguson greiðir frá um 'fyrimyndar-
málini', so læra børn í føroyska málsamfelag-
num dagliga frábrigdið við síni fjarstøðu til
standardfrábrigdið viðvíkjandi orðatilfeingi
og bending. Ikki fyrr enn tey koma í skúla
byrjar nágreinilig læring av standardfrábrigd-
inum. Tá verður talan um 'gott’ og 'rætt mál'.
Sostatt verður ‘gott mál’ mett høgt og sett
upp móti 'vánaligum máli’ við 'óføroyskum'
vendingum og orðatilfeingi eins og 'óføroysk-
ari' bending. Dømini um hitt 'óføroyska'
koma tá úr dagliga frábrigdinum, ið øll nýta.
Her skal sigast, at miðvísa útgávan av barna-
bókum, sum í stóran mun leggja seg eftir at
hava H-mál, er dømi um, at longu í tí aldrin-
um er ein ávís ávirkan á børnini við H-málin-
um sum fyrimyndil. Eisini tá ið hugsað verður
um, at Lærarafelagið eigur "Barnabókaklubb-
an", er eingin ivi um, at tað er við læring fyri
eyga, at so er.
Rætt er eisini at leggja afturat, at undan
skúlaaldri hava børnini gjøgnum teknifilmar
og annað undirhald, tey síggja í sjónvarpi,
verið undir ávirkan av donskum málið. Tað
má á onkran hátt hava ávirkan á L-málið hjá
teimum, men her fmnast ongar kanningar.
Kortini verður ofta sagt av lærarum, at næm-
ingarnir eru illa fyri málsliga, tá ið teir koma
í skúla, og hevði tað sostatt havt alstóran
týdning at fingið meira ítøkiligar kanningar
fyri at lýsa spurningin.
5. Standardisering (standardization): "In all
the defining languages there is a strong
tradition of grammatical study of the H
form of the language" (Ibid.: 331).
Bert eitt standardfrábrigdi er í málsamfelag-
num, og er tað samskipað í orðabókum, mál-
læru-, orðalagslæru-, úttalu- og øðrum bók-