Fróðskaparrit - 01.01.2008, Qupperneq 88
86
SKIFTISMÆU í FØROYSKUM?
mentum um rættan málburð. í undirvísing
verður røtt bending og staving sett høgt, og
mál eru sett fyri, hvat skal dugast á ávísum
støði, t.d. tá triðja, sætta, níggjunda og tólvta
árið er lokið. Frá føroyskum lærara í fram-
haldsdeild eru upplýsingar fingnar sum siga,
at ikki verður væntað av næmingum at hava
skil á øllum bendingum og setningsbygnaði
til fullnar, fyrr enn væl er liðið út í framhalds-
deild.
6. Fastleiki (stability): "Diglossia typically
persists at least several centuries [...]"
(Ibid.: 332).
Við bert fáum eftirlagingum hevur standard-
frábrigdið í føroyskum verið hildið lutfalsliga
óbroytt, síðan skriftmálið varð sett inn aftur
mitt í 19. øld, og vegna orðaupprunafrøðini
valdu menn tá ein fornan form fyri staving-
ina. Hugsað varð, at norrøni skyldskapurin
eins og røturnar skuldu endurspeglast í størst
møguligan mun. Úr tí, sum Svabo skrivar
síðst í 18. øld, skilja vit, at munnliga málið
síðan tá, við hópin av danismum, hevur havt
somu smogu móti donskum og tikið við
donskum orðum í fleiri hundrað ár. Júst
vegna ógvusliga danska árinið gremur Svabo
seg um, at føroyska málið er í ferð við at
doyggja út (Sandøy, 1974:6). Eisini hjá Rasm-
usi Rask (1811) finna vit tílíka frágreiðing:
"Sproget er blevet plattere, og har nærmet
sig det Danske betydelig" (Sandøy, 1974: 8).
7. Ljóðfrøði (phonology): "It may seem
difhcult to offer any generalization on
the relationships between the phono-
logy of H and L in diglossia in viewofthe
diversity of data" (Ferguson, 1959: 334).
í Ijóðmyndini eru fleiri dømi um fjarstøðu
millum standardfrábrigdið og dagliga frá-
brigdið. Úr staðbundnu málførunum norð-
anfyri kunnu nevnast: Ljóðið /oa/, framsett
sum <á>, verður framborið [a]; Ijóðið /ai/,
framsett sum <ei>, verður framborið [oi].
Spurningur um frástøðu í Ijóði skal kortini
ikki umrøðast víðari her, grundað báði á,
hvussu Ferguson orðar tað omanfyri, og tað,
at Ijóðfrávik í føroyskum helst verður tengt
at muni millum staðbundnu málførini og
ikki fjarstøðu millum standardfrábrigdið og
dagliga frábrigdið.
8. Bending og setningsbygnaður (grammati-
cai structure): "One of the most striking
differences between H and L in the defi-
ning languages is in the grammatical
structure: H has grammatical categories
not present In L and has an inflectional
system of nouns and verbs which is
much reduced or totally absent in L"
(Ibid.: 333).
Hetta eru øki, saman við orðatilfeinginum,
sum í stóran mun gera sítt til, at vit eftir øll-
um at døma eiga at tosa um skiftismæli í før-
oyskum. Dømini um frávik millum standard-
frábrigdið og dagliga frábrigdið eru mong,
eisini innan karmarnar hjá Ferguson.
(i) Føllini:
A: Hvønnfall: í munnligum máli er umfat-
andi samanfall við endingar í hvørfalli í
fleirtali, t.d. samanfall millum sterkt
bend kallkynsorð, ið hoyra til ymiskar
bólkar.