Fróðskaparrit - 01.01.2008, Qupperneq 89
DICLOSSIA IN FAROESE?
87
Talva 7a
H-variant: L-variant(er):
Teir lupu í bátarnar +) * Teir lupu í bátarnir ++)
Tey eru nøgd við lcerararnar +) * Tey eru nøgd i/ið lcerararnir ++)
+) hoyra til -ar bólkin: úlvur; bent í fleirtal: úlvar,
úlvar, úlvum, úlva,
++) Tykist vera samanfall millum hvørfallsformin
í bundnum fleirtali.
Dømi: bátarnir eru smíðaðir í Føroyum.
B: Hvørsfall: Verður í dag í upprunaformin-
um bert varðveitt í skrivligum, og eyð-
kennir háfloygt mál, skrivligt ella kirkju-
ligt. í dagligum máli (eisini dagligum
skrivligum) er formurin bert at finna um-
skrivandi (parafrasiskur), tvs. við fyriset-
ingarorði. í munnliga gerandismálinum
verður hvørsfall helst sagt við merking-
areindini (morfeminum) -sa (fornøvnini
undantikin). Hesin formurin er meir
sjáldan at síggja í skrivligum:
Talva 7b
H-frábrigdi: L-frábrigdi:
Navn faðirsins, navnfaðirs míns Navn á pápanum / pápa \ pápasa navn
(ii) Sagnorð - samsvarsbending: Millum tey
yngru er vanligt at hoyra, at sagnorðini
ikki samsvara við navnorð í fleirtali.
Dømini niðanfyri eru úr samrøðum við
heilt ung fólk (14-15 ára gomul) í Sand-
oynni í samband við fyrireikingarnar til
master-ritgerðina. Tó, somu sagnorðini
hoyrdust millum eldri fólk í Suðuroynni,
við sama slag av ónøktandi samsvars-
bending.
Talva 7c
H-variant: L-variant(er);
So søgdu tcer, at hattar skuldi eg ikki leggja nakað í *So segði tær, at hattar skuldi eg ikki leggja nakað I
Eg veit ikki, um teir høvdu komið við *Eg veit ikki um teir hevði komið við
(iii)Hvørjumfallávirki: í munnligum er lut-
falsliga vanligt at hvørjumfall dettur
burtur í sambandi við sagnorð, ið taka
hvørjumfall:
Talva 7d
H-variant: L-variant(er):
So lurti eg eftur teimum *So lurti eg eftur teimum
sangunum, ið mcer dámar sangunum sum eg dámi
best.... best...
Tað dámar mær einki *Tað dámi eg ikki
Dømið omanfyri er úr samrøðunum til mast-
er-ritgerðina. Dømi, ið líktust, hoyrdust í øll-
um aldursbólkum, og vit síggja, at sagnorðið
broytir form og fellir inn í bendingarformin í
1. persóni eintali í nútíð fyri sagnorð, ið ikki
skulu hava hvørjumfallávirki.
(iv) Lýsingarorð mótvegis hjáorð: í dagliga
frábrigdinum er bland komið í millum
hjáorðið væl og lýsingarorðið gott. Um-
framt, at lýsingarorðið ofta verður nýtt
feil (sett inn í staðin fyri hjáorðið), hevur
hetta við sær trupulleikar viðvíkjandi
bendingini av báðum orðunum, so at
óskil verður teirra millum á miðstigi:
ávikavist gott-betri mótvegis vcel-betur.
Eisini dømini í talvu 7e) eru úr samrøðunum
til master-ritgerðina.