Fróðskaparrit - 01.01.2008, Síða 90
88
SKIFTISMÆLI f FØROYSKUM?
Talva 7e
H-variant: L-variant(er):
Mcer dámar vcel atferðast * Eg dámi gott atferðast +)
Tað dámar føroylngum vcet * Tað dáma føroyingar gott +)
+) Dømi við báðum bendingarfrávikunum í
senn.
011 punktini omanfyri verða mett sum mál-
feilir í skúlanum. í munnligum verðurfeilurin
mettur at vera 'vánaligur' málburður, í skriv-
ligum verða feilirnir rættaðir.
Um málnýtslan í talvunum 7d) og 7e) er
avrik av árini úr øðrum málum, er partur í
øðrum orðaskifti. Somuleiðis er tað eisini ein
annar málsligur spurningur, um slíkur mál-
burður ber boð um málsliga broyting á somu
leið, sum tað, ið longu er farið fram í skandi-
naviskum ella eysturnorðurlendskum. Her
skal haldast fast við, at sannroyndin um, at
formurin framvegis er fyrimyndarligt før-
oyskt mál, ger, at spurningurin hoyrir heima
í orðaskifti um skiftismæli. Mint verður á, at
eins og í 'fyrimyndarmálunum' hjá Ferguson,
verður eisini føroyskur talari mettur ikki at
duga mál sítt nóg væl, tá snávað verður í hes-
um.
(v) Setningsbygnaður:
A: Noktanarhjáorð: í eykasetningi verður
noktingarhjáorð ofta sett aftan fyri
markað sagnorð. Nógv bendir á, at hetta
fyribrigdi er í broyting, serliga í munnliga
málinum. (Sí Sandøy, 2001:139.)
Talva 7f
H-variant: L-variant(er):
Hann helt, at hatta átti ikki at i/era so Hann helt, at hatta ikki átti at i/era so
B: Øvut orðalag (sagnorð + grundliður): í
skrivligum sæst henda orðaraðfesting
meir og meir, tvs., at seinni setningurin
hevur øvuta orðaraðfesting. Fyribrigdið
tykist eisini taka seg upp í tillagaðum
máli, t.d. í kirkjuligum máli, tíðindaupp-
lestri í kringvarpinum o.s.fr. Tilvildarligt
leit (11.03.2008) í teldutøku útgávunum
av Dimmalætting gav beinanvegin úrslit.
Leggjast skal til merkis, at dømi var at
fmna í grein, ið ikki er skrivað á háfloygd-
um máli. Leggjast skal afturat, at form-
urin hoyrist ikki í dagliga frábrigdinum.
Talva 7g
H-frábrigdi:
Fyrstuferð í søguni eru óheftar altjóða figgjar- og búskapar-
metingar gjørdar av figgjarstøðu Føroya av ti høgt metta
Moody stovninum, og kunnu vitføroyingar vera bceði stoltir
ogglaðir um úrslitið, har vit liggja á einum triðjaplássi I lutfalli
til grannar okkara.
Kelda: Dimmalætting, týsdagin 11. mars 2008.
(vi) Høviskur málburður:
Er við at fara út úr munnliga málinum í flest
øllum høpum, tó er spurningurin um und-
antøk óvissur, og eigur at verða kannaður.
Her skal leggjast afturat, at t.d. venda flog-
ternurnar umborð í Atlantsflog sær til tey
ferðandi við høviskum málburði11. Týðandi
fyri hesa grein er, at formurin er heilt nógv
nýttur í skrivligum tilfari frá tí almenna, sum
brøvum, skjølum, o.s.fr.
Talva 7h
H-frábrigdi: L'frábrigdi:
Tygum i/erða i/inaliga biðin um at Ger so væl, kanst tú... / kanst tú gera so væl...