Fróðskaparrit - 01.01.2008, Síða 93
DIGLOSSIA IN FAROE.SE?
91
mótvegis standard-grikskum (Arvaniti, 2002;
2007).
Felags fyri øll dømini er tjóðmálslig tilvit-
an í samfelagnum, ið førir til málsliga broyt-
ing. Á sama hátt hava vit sæð, at ein virkin
málpolitikkur í føroyska samfelagnum hevur
verið týðandi liður í at byggja føroyska sam-
leikan. Higartil hava so hugburður hjá mál-
nýtaranum og málsligt val, ið samfelagið
hevur gjørt, ført til herðing av fjarstøðuni
millum føroyskt og danskt. í hesum høpi er
viðkomandi at peika á ta menning, ið er farin
fram í føroyska málinum, síðan kanningin hjá
Ullu Clausen varð gjørd í 70-árunum
(Clausen, 1978), ein menning, ið kann sigast
at vera einki minni enn rættiliga týðandi.
Sum áður nevnt, hava nýggjyrði á heimastøði
verið týðandi sermerki innan málrøktina,
men eisini hevur ein tilvitan um føroyska
setningsbygnaðin eins og siðvenja viðvíkjandi
bendingum og merkingareindarfrøðini gjørt
seg meira galdandi í arbeiðnum við málinum
(Jacobsen, 2001a: 2 og 2001b: 1).
Viðvíkjandi arbeiðnum við nýggjyrðum,
má undirtøka sigast at vera nýtt fyribrigdi.
Hyggjandi at niðurstøðuni hjá Ullu Clausen í
70-árunum skilja vit, at hon tá fann heldur
kaldligan hugburð til nýggyrði í samfelag-
num sum heild. Her mugu vit siga, at vend er
komin í, og nýggjyrði, ið tá tyktust hava lítla
ella onga vón eru í dag vorðin partur av
vanliga orðatilfeinginum, eisini í munnligum.
Sostatt er týðiligt, at vit her hava at gera við
broyting í hugburði, og kunnu vit siga, at
føroyska málsamfelagið hevur víst seg at
hava tjóðmálsliga lívsmegi, ið stendur í
serstøðu í altjóða høpi, tá lítla talið á talarum
verður umhugsað. At tílík máltilvitan hevur
verið tengd at tjóðskaparligari tilvitan í
fólkinum man vera lítið at ivast í.
4.4.2 Mál og virðing
Eins og kanningar hava víst í øðrum mál-
samfeløgum, t.d. arabisku londunum, fer út-
búgving uttanlands í stóran mun at ávirka
málvalið hjá teimum, ið nýta málið. Kann-
ingar hjá Al-Wer (1997) vísa, at fólk við hægri
útbúgving, ið venda heimaftur ávirka máls-
ligu støðuna heima. Tey val, hesi fólkini gera
málnýtsluni viðvíkjandi, tykjast avgerandi fyri
tað mál, ið fer at hava virðing í samfelagnum.
Á henda hátt fara tey heimafturvendu at
ávirka málið í umhvørvi sínum.
Kanningarnar hjá undirritaðu í sambandi
við master-ritgerðina bendu á ítøkiligan hægri
títtleika av tøkuorðum, serstakliga donskum
tøkuorðum, millum kvinnurnar við universi-
tetsútbúgving uttanlands. Hetta kom óvart á,
tá teljast skuldi upp, av tí at nevniliga hesar
kvinnur - eins og meirilutin av heimildarfólk-
unum - søgdu, at vit eiga at velja føroysk orð
fram um fremmand orð. Eisini Jógvan í Lon
Jacobsen (Jacobsen 2004a: 11-13) lýsir rák, ið
bendir á hægri títtleika í nýtsluni av fremm-
andum orðum í dagliga frábrigdinum hjá
fólki við 6 ára útbúgving ella meir (vanliga
merkir tað útbúgving uttanlands), enn hjá fólki
við útbúgving á heimstaði. Hóast spurningurin
um, hví tilfeingi av tøkuorðum var hægri
millum allar kvinnurnar í nevndu kanning til
master-ritgerð, tykist sera áhugaverdur, fari eg
kortini at lata hann liggja her, av tí at evnið
verður mett at hoyra heima í orðaskifti um
málsligan mun millum kyn, og fellur sostatt
við síðuna av spurningi um skiftismæli.
Orsøkir til málval, ið tykist stríða ímóti tí,
heimildarfólkini siga um fyrimyndarligan
málburð, eru aloftast fleiri. Ein er sjálvandi
heilt einfalt, at fleiri ára ávirkan í øðrum landi
hevur havt avleiðingar fyri mál teirra, nakað,
sum tann, ið skal nýta heimstaðarmálið, til-