Fróðskaparrit - 01.01.2008, Side 118
116
Akrar ella Agrarl
Akrar or Agrar?
Eivind Weyhe
Fróðskaparsetur Føroya, Føroyamálsdeildin, V.U. Hammershaimbsgøta 16, FO-100 Tórshavn
Email: eivindw@setur.fo
Úrtak
í greinini diskuterar høvundurin bygdarnavnið Akrar.
Hann tekur í princippinum undir við eini tolking sum
fyrr er sett fram: at navnið ikki inniheldur navnorðið
akur m., men tað fornnorrøna navnorðið qgr n. 'lítil vík'.
Høvundurin setur fram nýggjar málsligar og sakligar
grundgevingar fyri hesi tolking. Niðurstøðan er at
rættari hevði verið at stavað navnið Agrar.
Abstract
ln this article the author discusses the village name
Akrar. In principle he accepts an earlier interpretation,
which sees the name as deriving not from akur 'corn-
field', but Old Norse Qgr 'small bay'. The author addu-
ces fresh linguistic and topographical evidence in sup-
port of this interpretation. He concludes that a more
appropriate spelling of the name would be Agrar.
Royndir at nýtolka bygdarnavnið
Akrar
Bygdarnavnið Akrar, Á Økrum hevur javnan
verið havt til uppikipsan, og tað ikki av ong-
um.
í fleiri førum hevur ivi verið sáddur um
hvørt tað var rætt at skriva navnið við k og
harvið seta tað í samband við navnorðið
akur, tí nakað tiltikið kornpláss hevur plássið
ikki verið ta tíðina síðan fólk búsettust har
stutt eftir 1800 (sbrt. handriti hjá Schrøter í
1814, sbrt. Elsebeth Vestergaard (1975: 9) í
1818), og stórt øðrvísi man ikki hava verið
har fyrr, um so er at búseting hevur verið har
í eldri tíð. Tí plássið hevur hoyrt og hoyrir til
markatalsbygdina Sumba, sum var gott
kornpláss. Elsebeth Vestergaard (1975: 10,
12-13) sigur, at lítið ogonki korn varð dyrkað
á Øgrum (soleiðis stavar hon tað), tí plássið
er ikki sólpláss, so kornið mátti dyrkast í
Sumba. Av hesum sama hava staðkend fólk
hugsað nógv um hetta navnið og roynt at
funnið aðrar frágreiðingar til upprunan at tí.
Og eitt hugskotið hevur verið at navnið
skuldi koma av einum øðugrunni ella eini
øðugrynnu, sum skal vera innan fyri Akrar og
ganga inn móti Lopra. Víst kann vera til
bókina hjá Elsebeth Vestergaard (1975: 10),
sum sigur navnið koma av Øðugrynnu á
Lopransfjørði, og Poul F. Joensen (1963: 38),
sum sigur seg hava hoyrt at „navnið er komið
av Øðugrunni, eitt sindur innan fyri Agrar".
Tey bæði, Elsebeth og Poul F. brúka sostatt
ávikavist Øðugrynna og Øðugrunn sum
staðanavn.
Málfrøðingurin N. Djurhuus kemur í
greinini „Færøske inkolentnavne" inn á navn-
ið, og hann góðtekur ta seinru av hesum
frágreiðingum og heldur at Á Øðugrunninum
Fróðskaparrit 56. bók 2008:116-120