Fróðskaparrit - 01.01.2008, Blaðsíða 122
120
AKRAR ELLA AGRAR
Onnur A/crø-nøvn
Ein áhugaverdur spumingur er so um henda
nýtolking av Akra-navninum letur upp fyri
nýtolking av øðrum A/cra-nøvnum. Sjálvsagt
mugu summi teirra, og kanska tey flestu,
innihalda orðið akur og setast í samband við
kornvelting, eitt nú Akrabyrgi (nú nevnt
Akraberg), har vit í teirri brøttu brekkuni
oman móti sjónum eystantil síggja tær týði-
ligu „deildirnar" frá velting. Norðan fyri Suð-
uroyarfjørð átti framburður við (longum)
tvíljóði [taj framman fyri kr at stuðlað tolk-
ingina ’akur'. Men taka vit nøvn sum Akra-
tanga, Akraleiti og Akralíð í Froðba (út ímóti
sjónum norðan fyri Froðbiarbotn) og Akra-
skor í Trungisvági (beint innan fyri Hvann-
hólm), so er ikki eyðsýnt at korn skal hava
verið velt har. Tó eru frásagnir um at korn
skal hava verið velt í støðum sum liggja av-
síðis og ofta í brattlendi. Eitt dømi ið hevur
verið nevnt, er staðið í Skorini (eisini nevnd
Akraskor) á Norðoyri, sum nevnist Akrar e\\a
Norð(ur) á Akri (sí Matras, 1932:8,61; Svabo,
1959: 1110; Føroyar 1:20 000, kortblað 611,
1991). Nevnast kann at í líðini sunnan fyri
Skæling er Akragjógv. í brattanum norðan
fyri Heltnina í Svínoy er ein Akrarók. í bratt-
anum vestantil í Neshaga í Vestmanna er
Akraberg (beint norðanfyri er Hoyberg!). í Bø
er Akranes, í Gásadali Akrastaðir. Vestan fyri
Hálsavøtn á Sandi er ein Akrinatjørn, sum
kundi verið eitt upprunaligt *Akrannatjørn,
men tað er nú heldur ivasamt.
í nøvnum har sum forliðurin er Akur-,
skuldi ivi ikki verið um a/cur-tolkingina: Akur-
gerði (í Froðba), Akurgil og Akurtangi (syðst á
Kunoynni), Akurskor (á Hælinum í Hesti, sí
Jóan Chr. Poulsen, 1947: 179), Akursteinur (í
sjónum í Árnafirði).
Endamálið við hesi greini var einans at
viðgera bygdarnavnið Akrar (Agrar). Spurn-
ingurin um hini nøvnini ið síggja út til at inni-
halda orðið akur, eigur at verða betur eftir-
kannaður og tikin upp sum eitt evni fyri seg.
Óprentaðar keldur
Staðanavnasavnið á Føroyamálsdeildini á Fróðskap-
arsetri Føroya.
Bókmentir
Absalonsen, H. 2002. Tvey bygdanøvn í Suðuroynni.
Eivindarmál. Heiðursrit til Eivind Weyhe á seksti
ára degi hansara 25. apríl 2002. Tórshavn: 15-28.
Absalonsen, H. 2003. Bygdarnavnið á Økrum/á
Øgrum. Varðin 70: 59-63.
Djurhuus, N. 1960: Færøske inkolentnavne. Ti
Afhandlinger. Udgivet i anledning af Stednavne-
udvalgets 50 árs jubilceum. København.
Føroyar 1:20 000 (Máliborðsbløð). 1. útg. 1901, 2.
útg. 1943, 3. útg. 1987-98. Geodætisk Institut/
Kort- og Matrikelstyrelsen. København.
Joensen, P.F. 1963: Seggjasøgur úr Sumba. Tórshavn.
Jónsson, F. 1911-15. Bcejanófn á íslandi. Safn til sógu
íslands og íslenzkra bókmenta að fornu og nýju.
Kaupmannahófn.
Landnámabók 1968. íslenzk fornrit I. Hið íslenzka
Fornritafelag. Reykjavik.
Listi yvir staðanøvn I Føroyum. 1960. Útgivið hevur
Stednavneudvalget. Keypman nahavn.
Magnússon, Á.B. 1989. íslensk orðsifjabók. Reykjavík.
Matras, C. 1932: Stednavne paa defcerøske Norður-
oyar. Kjøbenhavn.
Nørlund, N.E. 1944. Fcerøernes Kortlcegning. En his-
torisk Fremstilling. København.
Poulsen, J.C. 1947. Hestsøga. Tórshavn.
Rafn, C.C. 1832: Fcereyinga saga eller Færøboernes
Historie. Kjøbenhavn.
Rygh, O. 1898. Norske Gaardnavne. Forord og Ind-
ledning. Kristiania.
Svabo, J.C. 1959: Indberetninger fra en Reise i Fcerø
1781 og 1782. Udg. ved N. Djurhuus. København.
Vestergaard, E. 1975. Feðgarnir Miðgerða Poul og
Poul johannes.
Weyhe, E. 2007. Rafn, Schrøter og føroysk staða-
nøvn. Varðin 74.