Fróðskaparrit - 01.01.2008, Page 125
SKÚVANES, SKÚVISNØS, NØSIN OR VESTURI í NØS
123
Mynd tikin á Vágseiði niðan móti Eggjunum. í erva dagar Rútafelli upp heilt til vinstru, og til høgru er
Vesturi í Nøs (Skúvisnøs). Skúvisgjógv sker seg inn í bergið nakað til vinstru (liggur í skugga). Tærfýra
antennumeistrarnar á loranstøðini síggjast, eins og hús ið hoyrdu til støðina. Klettarnir i sjónum niðast
til høgru eru Heltnarnar (sbr. Fróðskaparrit 54, s. 21). Mynd: Fllen Dahl.
Tá ið generalstaburin ger sínar uppmát-
ingar í Suðuroy í 1899, skriva teir navnið upp,
og í fyrsta umfari skriva teir Skuvences, men
tá ið navnið kom á kortið eftir at hava verið
viðgjørt á Navnaskrivstovu teirra, fekk tað
báði ein danskan og ein føroyskan form, tann
føroyska í parantes: Skuvances (Skúvanes)ý í
sjónum beint niðuriundir er ein fles, og hana
skrivaðu teir Skuvences Flese. Tað bleiv á tí
prentaða kortinum til Skúvaness Fles. Soleiðis
hava hesi nøvn verið kend millum almenn-
ingin síðan umleið 1900. Tá ið kortið (máli-
borðsblaðið) kom út í 2. útgávu í 1943, vóru
formarnir hesir: Skúvanes og Skúvanesfles
(tann danski formurin Skuvances var nú
strikaður). Á kortum í øðrum máti, sum eru
útgivin upp gjøgnum 20. øld, hevur somu-
leiðis staðið Skúvanes.5
Nú er so spurningurin: Hvaðani stava
hesi nøvn? Hava teir í generalstabinum sjálvir
funnið uppá nøvnini?
Aðrir formar: Skúvisnøs og
Vesturi í Nøs
Sjálvur havi eg hoyrt eldri fólk í Vági, og eisini
í Fámjin og Sumba, grannabygdunum fyri
vestan, siga at tað gamla navnið á hesum
forberginum var Skúvisnøs. Tað undarliga er
at eg ongantíð havi sætt henda formin á