Fróðskaparrit - 01.01.2008, Page 127
SKÚVANES, SKÚVISNØS, NØSIN OR VESTURI f NØS
125
Undir øllum umstøðum má roknast við
at forliðurin er hvørsfalsformur í eintali av
fuglaheitinum skúgi/ur (Stercocarius skua,
norr. skúfr), og at navnið tí hevur verið Skúv-
isnøs (ið eins væl kundi verið skrivað Skúvus-
nøs). Sama forlið hava vit varðveitt í navnin-
um Skúvisgjógv (Skúvusgjógv), ið er einar 200
m heimari. Forliðurin man sipa til at har
hevur skúgvur átt, sbr. at í grannabygdini
Sumba eitur ein heilur hagi Skúvabøli (eisini
í Lamba er eitt Skúvabøli).
Seinra lið í navninum tolka teir í general-
stabinum sum nes („Beskrives som Næs", siga
teir sum nevnt), og har styðja teir seg møgu-
liga til formin av navninum á flesini hjá Born:
Skuesnæs Flees. At útlendingar (danir fyrst og
fremst) fata navnliðin nøs sum ’næs', er væl
skiljandi. Tað áhugaverda er at vit hava eina
upp aftur eldri heimild til navnið enn kortið
hjá Born.
Á einum føroyakorti, sum tann danski
kartografurin Johannes Mejer teknaði onk-
untíð um 1650 (Nørlund 1944, talva 7-8),
síggja vit á vestursíðuni á Suðuroynni navnið
Westerness. Tað skal sigast at kortið er sera
óneyvt, sum gomul kort ofta eru, og nøvnini
eru illa bronglaði. Men eg ivist onga løtu í at
Westerness skal lesast sum Vesturi í Nøs. At
tann føroyski navnliðurin nøs kann verða
endurgivin sum ’nes', síggja vit eisini á sama
korti longri norðuri á vestursíðuni á oynni, tí
har stendur Wilerness, og tað er uttan iva Vill-
inganøs í Hvalba. Navnorðið nøs er í Føroysk-
ari orðabók (1998) lýst sum 'eitthvørt ið
stendur fram úr kletti, lendi, bergi o.tíl., nasi,
kneysi, snøs, (stn.) Úti á Nøsini'. í staðanøvn-
um er orðið ikki óvanligt og hevur líknandi
merking sum nøv.
At enda kunnu vit so nevna formin Nøs-
in, sum m.a. var nevndur í staðanavnaupp-
skriftini hjá J. O. Djurhuus. Hetta er tann
bundni formurin av tí ósamansetta navnin-
um og skal helst síggjast sum ein nýggjari
variantur, sprottin úr einum tørvi at nevna
nøvn isolerað (uttan syntaktiskt saman-
hang), og tá í hvørfalli (kundi verið freistandi
at nevnt tað „listaform" ella „skrásetingar-
form"), og at nevna støð í bundnum formi.
Hetta, at nevna alternativar formar av slag-
num Nøsin, Vesturi í Nøs er sera vanligt í før-
oyskum staðanavnauppskriftum.
Skúgvur og skúvur í staðanøvnum
Frammanfyri eru nevnd nøkur dømir um
staðanøvn við forliðinum Skúva-, t.e. í hvørs-
falli fleirtali. Eisini kundu formar við skerping
verið nevndir, eitt nú Skúgvaflatur, Skúgva-
lágdin, Skúgvalíð, Skúgvamýra. Ein eftirkann-
ing á máliborðsbløðunum vísir eisini at for-
liður í hvørsfalli fleirtali (Skúva- ella Skúgva-)
er tann mest brúkti. Eitt dømi um stovns-
samanseting (t.e. við orðstovninum sum
forliði) er Skúvdalur (og Skúvdalsgjógv). Um
eftirliðurin byrjar við sjálvljóði ella við h (t.d.
Skúvoy, Skúgvoy, Skúgvheyggjurin, Skúgv-
hceddin, Skúgvoyrin), ber ikki til at siga við
vissu um formurin upprunaliga er hvørsfall
fleirtal ella stovnur (-a í hvørsfalsendingini
dettur burtur í støðuni framman fyri sjálvljóð
ella h). Oyggjarnavnið, norr. Skúfey, er tó
uttan iva stovnssamanseting.
Tolkingin í hesi grein av navninum Skúv-
isnøs byggir sum nevnt á at forliðurin er
hvørsfall eintal, upprunaliga Skúvs-. Ikki eru
dømini mong um forliðin Skúvs- í staða-
nøvnum, men nøkur eru. í Tjørnuvík er
Skúvsberg, í Kaldbak Skúvsheyggjur, í Svínoy
Skúvseið, og í Hovi eru Skúvsheygar. Dømi
um tann víðkaða hvørsfalsformin Skúvis-
finna vit, umframt í Skúvisgjógv og Skúvisnøs,