Fróðskaparrit - 01.01.2008, Qupperneq 128
126
SKÚVANES, SKÚVISNØS, NØSIN ELLA VESTURI í NØS
um vit fara til Sumbiar, grannabygdina fyri
sunnan. Har eru tey trý nøvnini Skúvisá,
Skúvisgerði og Skúvislað, nøvn á ávikavist ein-
ari á, einum gerði og einum gomlum torvlaði,
alt í sama øki, og hóast økið er heldur tætt
við mannabústað, so siga heimildarmenn at
skúgvur hevur átt við Skúvislað.
Niðurstøða
Niðurstøðan í hesi grein er - fyri nú at taka
samanum - at umrødda stað hevur kunnað
verið nevnt annaðhvørt við tí samansetta
navninum Skúvisnøs (Skúvusnøs) ella við tí
ósamansetta Vesturi í Nøs (við staðarhjáorði
og fyriseting frammanfyri). í staðanøvnum er
tað ofta so at tað ósamansetta navnið er tað
vanligara hjá fólki á sjálvum staðnum, í nær-
umhvørvinum (og tí eisini nevnt „nærnavn").
Tann sonevndi høvuðsliðurin (tann staðlýs-
andi liðurin) í navninum, nøs, lýsir staðið væl,
men er fyri útlendingum, og tá fyrst og
fremst danskarum, helst ikki so eyðsýndur
navnliður sum nces/nes. Tí er tað hesin sum
er komin at standa á kortunum. Tann eyð-
kennandi forliðurin (ávísingarliðurin) er
fuglanavnið skúgvur í hvørsfalli eintali, eisini
varðveittur í navninum Skúvisgjógv í granna-
lagnum, og sum eisini fær stuðul í forminum
Skuesnces hjá Born. Hvørsfalsformurin skúvs
er onkursvegna víðkaður við einum herðing-
arveikum stuðulsljóði til skúvus- ella skúi/is-.
Navnaformin Skúvanes, sum í eina øld
hevur staðið á kortum, munnu teir hava
gjørt sum fingust við føroyska kortgerð um
aldaskiftið 1900. Men serliga kent gjørdist
navnið og festist í almennum brúki tá ið eing-
ilskmenn bygdu sína loranstøð har á staðn-
um. At tað bleiv tað navnið teir valdu til
støðina, var, tí tað var tað sum stóð á kort-
inum sum navn á hesum sermerkta og ásýni-
liga forbergi. Men vágbingar hildu fram við
at kalla staðið, har loranstøðin var, Uppi við
Eggjarnar og ta vestastu nøsina fyri Vesturi í
Nøs.
Greinin kann eisini lesast sum eitt dømi
um hvussu umbroytiligt navnið á einum
staði kann vera. Navn og navnaformur kann
skifta (variera) í livandi málbrúki og sum úr-
slit av ávirkan frá normerandi myndugleik-
um.
Óprentaðar keldur:
Staðanavnasavnið á Føroyamálsdeildini, Fróðskap-
arsetur Føroya.
Notur
1 Misnøgd við navnaformin Skúvanes sæst m.a. av
onkrum royndum at broyta navnið, eitt nú til
Skúvanøs, sum sæst í navnalistanum í bókini Úr
Vágs søgu (Andreassen, 1977: 318) ogá kortinum
Føroyar 1:100 000 frá 1986 (við seinri uppaftur-
prentingum). í tí seinra førinum má høvundurin
at hesi grein siga seg vera samsekan.
2 Eisini aðrir vágbingar havaalment sagt sína hugsan
um navnið, eitt nú Torleif Augustinussen í
Dimmaicetting 26.03.1994. Flann vísir m.a. til
grein hjá Erlingi Poulsen í Dimmalcetting 25.11.
1993, har sagt verður:„Støðin fekk navnið Skúva-
nes eftir staðanavni skamt frá."
3 Sum frágreiðing við navnið setur JOD báði formin
„Radarstøð” og „Radarstøða".
4 Um mannagongdina í hesum arbeiði, sí Weyhe,
2007.
5 Heldur ikki navnið Skúvanesfles tykist vera kent.
Vágbingar nevna tað Suðuri á Tanga.
6 Tað sæst í skjalatilfarinum at tann topografiska
deildin hjá generalstabinum skipaði fyri skeiði í
føroyskum máli veturin 1896-97 (Weyhe, 2007:
137). Tað sæst ikki hvør hevði skeiðið.