Fróðskaparrit - 01.01.2008, Qupperneq 145
THREE BALLADS BYJENS HENDRIK DJURHUUS
143
enn líkið fór at rotna, bar ikki longur til at
dylja, at hann var deyður.
Danmarks krønike er skrivað á latíni,
prentað fyrstu ferð í 1514. Um so er, at tey
hava átt eina við Sjógv ella í ættini, hevur
talan ivaleyst verið um aðra av fyrstu týð-
ingunum til danskt: Anders Sørensen Vedels
týðing, sum kom út í 1575, ella ta hjá Seyer
Schousbølle, sum kom út í 1752.
Umskipan og nýhugsan
Jens Hendrik hevur stytt søguna og drigið
hana saman, allir høvuðspersónarnir eru við,
hóast summir hava fingið annan leiklut.
Kvæðið hjá Jens Hendriki Djurhuus gevur
Eiriki og Rollari eina aðra orsøk og øðrvísi
komu til Danmarkar, enn søgan sigur. Hjá
Saxo er endamálið við ferðini hjá Eiriki og
Rollari, at Ceyti (hjá Saxo: Gøter) kongur vil
hava ræði í Danmark. Teir báðir Eirikur og
Rollar bjóða seg fram at fara at vita, hvussu
standurin er í danska kongsgarðinum. Teir
fara við øðrum orðum at njósnast. Hjá Jens
Hendriki koma teir mest sum av tilvild til
Lejre, og tá koma ætlanirnar fram um at
tæna kongi og fáa systur hansara til konu.
Árstíðin verður nevnd í søguni, tá ið sagt
verður frá, at stórir eldar brima í høllini hjá
Fróða kongi, tí háveturin júst er farin afturum
(Saxo 1994:153). Kvæðið tekur árstíðina
framum og umskapar upplýsingina til ein
modernaðan náttúrlýsandi inngang, sum
skapar eina rammu um søguna í kvæðinum.
Jens Hendrik hevur umskipað tilburðirnar,
men raðfylgjan í kvæðinum kennist røtt og
logisk. At enda í kvæðinum eru tað veður-
líkindi, sum eru orsøkin til, at Fróði letur teir
verða verandi hjá sær. í søguni ásannar Fróði,
at teir hava hjálpt honum og gevur teimum
ríkidømi afturfyri. Ein avleiðing av semjuni er,
at Fróði verður mágur Geyta, og tískil er mál
hansara at fáa ávirkan í Danmark eisini rokk-
ið. Hetta er kortini ikki við í kvæðinum.
Tað nýggja í kvæðinum er, at ráðandi
máttur í náttúruni er lýstur við myndburði,
sum sálarkveikir náttúrufyribrigdi og lýsir
viðurskiftini millum náttúrumegi og menn-
iskju sum sínámillum bundinskap.
ísurin kemur fyri tríggjar ferðir í kvæði-
num: hann er atvoldin til, at norðmenninir
koma í land, hann er gávan, og hann er bar-
dagaplássið, sum gevur kvæðinum kappa-
kvæðadám. Eisini bjarnarskinnið, sum er
nevnt í fyrstu ørindunum (ør. 8), kemur fyri
í tveimum støðum afturat: Eirikur og Rollar
fáa bjarnarskinn at liggja á (ør. 42), og teir eru
í bjarnarskinssklæðum og í bjarnarskinsskóm
við feldini úteftir fyri at standa betur á ísinum
(ør. 109,129). Hjá Saxo er ikki tilskilað, hvørj-
um Eirikur og Rollar eru í, tá ið teir koma í
land - teir leggja eisini at landi á vanligan
hátt (Saxo 1994:149), og talan er heldur ikki
um bjarnarskinsskógvar, men at Eirikur ger
sólar úr húð, tjørar teir og stroyir sand á fyri
at gera teir góðar at standa í í hálku (Ibid.
157ff).
Glerið og bjarnarskinnið vísa á, at kom-
positiónin í kvæðinum er løgd til rættis. Hesir
lutir í innganginum koma fyri aftur, har
trupulleikarnir í kvæðinum eru í hæddini,
gávuhandanin og bardagan á ísinum á firð-
inum.
„Eirikur og Rollar" sigur tann partin av
søguni um Fróða Friðargóða í danmarkar-
krýnikuni hjá Saxo Grammaticus, sum endar,
tá teir seinastu av teimum, sum skuldu verja
ríkið og barnakongin Fróða, eru fyribeindir,
og Fróði kann fara at ráða sjálvur.
Skal ideologiskur týdningur leggjast í
evnisvalið, kundi tað verið, at har faðir Jens