Fróðskaparrit - 01.01.2008, Page 148
146
TRÝ KVÆÐI EFTIR JENS HENDRIK DJURHUUS
Kvæðapersónarnir eru allir úr norrønu
Rodmunds søgu: Nøvnini á monnunum,
sambondini millum teir og talið á brøðrum,
men raðfylgjan í gongdini er umskipað. í
kvæðinum fær Ragnar Svanhvítu, systir Ólav
kong, tá ið hann hevur felt Ragnar, men í søg-
uni verða tey væl tá. Ólavur kongur vil ikki
lata tey koma saman, tí menn í hirðini vilja
Rodmundi ilt og leggja hann undir at spilla
Ólav út. Ólavur vísir Rodmundi úr húsi sín-
um og sigur seg vilja skilja hann frá Svanhvítu
við svørði. Seinni falla øvundarmenninir,
Ólavur fær rætta samanhangin at vita og
giftir Rodmund og Svanhvítu.
Tá ið menninir í hirðini hjá Ólavi kongi
eru komnir á pallin, og ætlan hansara at finna
sín javnlíka er komin fram, lýsir kvæðið,
hvussu teir fyrireika ferðina og fara av stað.
Hesar lýsingar eru verk Jens Hendriks og
minna um tílíkar lýsingar í gomlum kvæðum.
Siglingarleiðin „Estir um Sunde" (ør. 20),
og at teir koma til Úlvasker (ør. 21), er eftir
søguni.
Kongur biur Kára Tá,
heldur á gjiltun Háka
Gak Tú nu á lodna up,
vita um Tú sart naka. -
Tá vár Restur Kare
Han gjek Tá up lond
u Órnylvur Brevver hans,
toir loddest Hánd ui Hánd
Táje Toir Komo á Odna up,
fevro Toir á Higja
Sevvo Svartar Knórir Sex,
undir odne ligja.
ør. 22-24
Innihaldið í hesum ørindum er beint úr søg-
uni:
Konungr býðr Kára ok Órnúlfi at ganga
upp á eyjuna ok vita, hvárt jaeir sæi engi
herskip. beir gengu upp á landit ok litu sex
herskip undir hómrum nokkurum.
Hrómundarsaga
Men kvæðið ger meira burturúr og fyllir út,
eitt nú við fittu lýsingini av Kára og Ørnúlvi,
sum leiðast. Jens Hendrik hevur skoytt uppí,
hvat Ólavur hevur í hondunum, og at Kári er
„reystur". Hetta ger teir menniskjaligari, og
tað ber til at ímynda sær støðuna. Harafturat
er tann knappi prosustílurin broyttur, soleiðis
at tað, sum er óbeinleiðis tala í søguni „Kon-
ungr býðr Kára..." í kvæðinum er gjørt til eitt
inkvitt við beinleiðis talu aftaná: „Kongurin
biur Kára/ Gak Tú nu á lodna up,/ vita um Tú
sart naka" (ør. 22), sum skapar rørslu og
drama. Hetta arbeiðslagið eyðkennir kvæðið.
Kortini er við hesum ikki sagt, at Jens Hend-
rik Djurhuus hevur havt søguna framman
fyri sær - tað veit eingin.
Eins og í kvæðinum um Eirik og Rollar
hevur Jens Hendrik í „Rodmunds kvæði"
gjørt hirðmenn hjá kongi til høvuðspersónar.
Tað er við øðrum orðum hjálpararnir hjá
søguliga konginum, sum bera gongdina og
kasta Ijós á kongin. Tað er ein snild, sum ofta
er at síggja í søguligum skaldskapi. í Rod-
munds kvæði hevur Jens Hendrik ikki tikið
við, at Rodmundur í søguni avdúkar ótrúgvar
tænastumenn hjá kongi. í hesum kvæðinum
er tað tann sterki og djarvi hermaðurin, sum
stendur í miðdepli, ogsum fær kongssystrina.
Gøtuskeggjar
Kendasta kvæði hjá yngra Sjóvarbóndanum