Fróðskaparrit - 01.01.2008, Blaðsíða 149
THREE BALLADS BYJENS HENDRIK DJURHUUS
147
er kvæðið „Gøtuskeggjar", sum hevur evni úr
Føroyingasøgu og snýr seg um menn, sum
fara fríggjaraferð, og lýsir kvinnulist. Tað er
ikki til frá hond Jens Hendriks Djurhuus, men
Jakob Jakobsen hevur skrivað tað upp í 1904,
og tann uppskriftin er næstseinasta kvæði í
Føroya kvæðum.
Evnið í kvæðinum minnir um evnið í
„Leivs kvæði" eftir Jens Chr. Djurhuus. '\
„Gøtuskeggjum" fer gøtumaðurin Sjúrður
Tollaksson til Skúvoyar fyri bróður sín Tórð
Lága at bera upp bønarorð fyri Turið, einkj-
uni eftir Sigmund Brestisson. Tá ið Sjúrður
greiðir Turið frá, at „Tórur ástir býður frú, vilj-
um tær eiga hann?” og hon svarar, at „Best
hevði okkum kvinnum dámað, Sjúrður, sjálv-
an teg”, er hann so smikraður, at hann lovar
beinanvegin at skiljast frá konu sínu og ger
seg til at fevna Turið. Tá loypur ein av hús-
køllum hennara á Sjúrð, sum vil flýggja, men
sleppur ikki, tí Turið heldur honum føstum.
Hann fær smoygt sær úr kappanum og
sleppur kortini til rýmingar. Síðani er bardagi,
Sjúrður verður særdur, men stýrir tó bátinum
til Kirkjubøar og doyr á lendingini. Skúvoy-
ingar fylgja eftir, og í bardaganum doyggja
allir gøtuskeggjar umframt fleiri skúvoyingar.
Henda søgan er sett inn í eina rammu,
har eitt frásøgufólk talar. Kvæðið leggur fyri
við inngangi, sum tekur fram nakrar tættir í
søguni hjá Gøtuskeggjum. Teir vóru raskir
menn, sum høvdu fingið vald at ráða í Før-
oyum frá konginum í Skotlandi. Ein skotsk
kongsdóttir var gift í Norðragøtu, og Ólavur
Hvíti hevði skipaflota á Skipanesi. Hetta var
stórtíð gøtuskeggja, men síðani kom ósemja
í ættina. At enda í kvæðinum í uppskriftini,
sum Jóannes Patursson hevur skrivað eftir
kvæðabók hjá Andriasi Seyðberg, bónda í
Kunoy (Patursson 1979:149), tekur kvæðið í
aftur hugleiðingarnar um vald í byrjanini:
"mest so kvíðaði Tróndur gamli, at ræðið fór
úrlandi"(ør. 105), og seturfram hugsanirum
Føroyar, sum kanska vísa til atfinningarnar at
embætismonnunum í Fuglakvæðinum:
Ei væntast gott fyri føroyingar,
tá ið aðrir stýra og ráða.
Óklár ofta tíðindir vera
úr hesum landi at fáa.
Ringt er fyri almúgu,
tá ið embætismaður er skarn.
verri vorðið verður, tá
ið kongur er eitt barn.
ør. 106-107
Hesi ørindini eru við í summum uppskriftum
og ikki í summum, eitt nú í Føroya kvæðum
(235). Ørindini benda á eina almenna lýsing
av politiskum viðurskiftum. Fyrra ørindið
kann sipa til viðurskiftini í Føroyum í samtíð
Jens Hendriks, men tær seinastu tvær regl-
urnar í seinna ørindi, at kongur er eitt barn,
kundu verið tilsiping til Fróða Friðargóða í
„Eiriki og Rollari".
Seinasta ørindi í „Gøtuskeggjum" í upp-
skriftini hjá Andriasi Seyðberg (Patursson
1979:41) er um Trónd í Gøtu og setur fram
eina mynd av honum, sum hevur verið tolk-
að sum aftursvar til myndina av Sigmundi í
Sigmundar kvæðinum hjá Jens Chistiani Djur-
huus, Sjóvarbóndanum eldra (ibid.):
Tróndur doyði av sorg og sút,
í elli gav upp anda,
ikki kemur tílíkur aftur,
so leingi sum Føroyar standa.
Men tað er ikki vist, at Jens Hendrik Djurhuus